Pauli Føroyameistari á landavegnum.
Pauli Poulsen gjørdist føroyameistari í súkkling á landsvegi, tá hann vann kappingina í góðverðinum í gjár. Hann legði heitið afturat FM í tíðarsúkkling, sum hann eisini vann fyri kortum.
Okkara fremstu oyggjaleikaluttakarar eru væl fyri enn, og Pauli Poulsen úr Troy var fyrstur á mál við tíðini 3:11:00 frammanfyri Kostas Garoflos, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, (3:16:14) og Bergtór Tórsteinsson, Norðstrok, (3:19:26).
Súsanna Skylv, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, vann opna bólkin hjá kvinnum við tíðini 3:25:05. Hon var einasta kvinnan, sum kappaðist, og kom á mál sum nummar fýra samanlagt.
Tveir U19-unglingar royndu seg á styttsta teininum. Jónatan Gregersen, Troy, vann kappingina við 1:56:18 frammanfyri Mikkjal Heðin Rosen, Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag, sum hevði tíðina 1:57:29.
-KVF; Símun Christian Olsen