Venjingarlega 2026.
Gran Canaria - 27. januar til 4. februar 2026
Kom við okkum til eina viku við sól, venjing og felagsskapi á Gran Canaria!
Frá 27. januar til 4. februar 2026 fara vit til eina av best egnaðu oyggjunum í Evropa til súkkling, har vit sameina góðar vegir, fjølbroytt landslag og hitt góða januarveðrið.
Praktiskt
Ferð: Direkta flogferð frá Føroyum til Gran Canaria við Atlantic Airways
Gisting: Sport Hotel Monte Feliz – powered by Playitas
Matur: Hálv pensjón (morgunmatur og nátturið)
Flutningur: Inkl. flutningur til og frá flogvøllinum á Gran Canaria
Prísir
11.500 DKK pr. persón í dupultkamari (deilir kamar við øðrum – skriva viðmerki í tilmeldingini um tú hevur ynski um kamarfelag)
15.500 DKK pr. persón í einakamari (avmarkað nøgd – sig frá skjótast, skal bíleggjast serskilt)
Við tilmelding rindar tú 3.100 DKK í depositum. Restin skal rindast seinast 1/12-25. Lena sendur eina rokning á mail.
Avmarkað pláss
Vit hava 20 pláss, so meld teg til beinanvegin, um tú vilt tryggja tær pláss á hesum serliga túrinum.