«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S


Volvo Kring Føroyar 2015 – 22. – 26. Juli

Click here for English version

Hvønn er kappingin fyri

Kappingin hevur avbjóðingar til øll áhugaði, alt frá elitu støði til súkklarar, ið koyra motiónstúrar. Bæði eldri sum yngri og kvinnur sum menn. Teinarnir eru passar til, so tað verður nakað fyri allar bólkar. Tað verða baði flatir teinar, einkultstartur, býðarkoyring og sjálvandi kongateinurin við yvir 2500 hæddarmetrum. Tær longru teinarnir finnanst eisini í einari styttri verisón so bæði unlingar og motiónistar kunna fáa somu ógloymdi uppliving at koyra runt í føroyska landskabinum sum var man í Tour de France.

Sum nakað nýtt verður eisini skipa fyri barnasúkkling seinasta dagin eftir elitan er liðug at súkkla. Her fáa børnini møguleika fyri at koyra á somu rutuni sum teir vaksnu.

Upplivingin

Tað er stórt fokus á, at hvør einstakur luttakari fær eina góða uppliving undir kappingini. Allir bólkar hava motorsúkklu frammanfyri at vísa veg, líka sum tað verða hjálparbilar eftir teimum førandi í hvørjum bólki við eykahjólum og mat. Sum sagt, ein einastandi møguleiki at fáa eina Tour de France líknandi uppliving.

Hvat verður koyrt um

Eins og man altíð vil koyra fyri sigrinum á degnum, har flottir vinningar verða at koyra um, so er hæddarpunkti við fleirdaga kapping, sjálvandi møguleikin fyri at koyra um tað samlaða úrslitið. Hetta gerst við at tíðurnar frá hvørjum degi verða lagdar saman og súkklarin, sum hevur brúkt stytst tíð eftir allir teinanir eru koyrdir, vinnur samanlagt.

Høvðusvinningurin er til samlaða vinnaraní elitu bólkinum hjá monnum og kvinnum, men eisini motionistar og unglingar kunna koyra um at vinna samanlagt í sínum bólki.

Haraftrat fáa baði Elita og unglingar møguleikan at koyra um eina fjallatroyggju, har kappast verður um at koma fyrstur uppá teir ymsiku fjallatindarnar og far man har stig fyri hetta. Tá kappingin er liðug er somuleiðis ein vinningur til viðkomandi, ið hevur samla sær flest stig.

Á málinum

Allar dagarnar verður skipa fyri uppdatering á málinum, umframt at tað verður bjóða kaffi til áskoðarar. Seinasta dagin verður okkurt eyka gjørt burtur úr fyri áskoðarar umframt at børn fáa møguleika fyri at stuttlieka sær í hoppiborg ókeypis.

Luttakarar fáa frugt eftir hvørjari etapu.

Praktisk info

Týskvøldið 21. juli 2015 kl. 18:00 verður Informatiónsmøti í Eysturskúlanum har endaligu spurningar kunna setast, og somuleiðis verða seinastu upplýsningar givnir frá leiðsluni og nummur verða útlevera. Tað er KRAV at koyra við nummar allar dagarnar og tey skula sita sjónligt á rygginum . Tað er ikki møguleiki fyri at stilla til start um ikki nummar er á. Um ein ikki møtir til informatiónsmøti liggur tað til luttakaran sjálvan at framskaffa sær nummarið, tað er ikki uppgáva hjá fyriskiparum at taka tey við til hvønn einstakan dag, tá nógv annað eisini er at hugsað um. Haraftrat verður koyrt gjøgnum tunlar 1. 2. dag og tí skula øll hava lytkir á hesar dagarnar.

Á rutunum verða pílar lagdir út frammanundan, ið vísa vegin man skal súkkla. Hetta verður gjørt við at leggja ein píl áðrenn sving og ein ”konformation” píl eftir svingi aftur. Har ruturnar fara í ”tvey”, tað vil siga tá unglingar og motionistar dreya frá rutuni verða serligir pílar merktir við einum ”U” sum vísa hetta.

Áðrenn byrjan á hvørjari etapu er krav at skriva seg inn, so dómarir hava varhugan av hvør er við í kappingini hvønn dag. Tað er uppgáva hjá luttarinum sjálvum at syrgja fyri at man er skrivaður inn. Er man ikki innskrivaður verður man roknaður sum ikki møttur fyri tann dagin.

Við í prísinum til kappingina er transportur til og frá etapunum, um tær ikki byrja í Tórshavn. Somuleiðis er gjaldið við bátinum tá silgt verður millum oyggjar og gjaldið gjøgnum tunlarnar tá koyrt verður gjøgnum hesar, hetta er tó bara galdandi um man tekur av felags transportinum. Vil man sjálvur koma til start má man sjálvur standa fyri gjaldi av tunlinum. Pengar verða ikki refunderaðir uttan so hetta er avtala frammanundan.

Fyri útlendingar koma til landið, er møguleiki fyri at fáa súkklurnar koyrdar til og frá flogvøllinum, men annars koyrir bussur.

Sum liður í kappingini er møguleiki fyri at yvirnátta á Eysturskúlanum fyri einans 150 kr/náttina. Við at yvirnátta á Eysturskúlanum hevur man eina skúlastovu at sova í. Har er frítt net, atgongd til køk, brúsur og vaskimaskinu. Har er somuleiðis rúm til súkklurnar har gott pláss er fyri at tær kunna standa turt og trygt, samstundis sum tað er gott pláss fyri skrúða uppá tær um neyðugt.

Tað er møguleiki fyri at snakkað við Súkkluverkstaði hjá Gunnar um at leiga amboð so hesi ikki skula takast við. Hetta er tó først til mølle prinsippi av tí har ikki eru óendalig mongd

Eftir seinasta teinin sunnudagin 26 juli skipar P/F Wenzel fyri einari endaveitslu fyri allar luttakarar og hjálparfólk.

Teinar

Sí leinkju niðast á síðuni við korti og hæddarkurvun.

Elita:

Dagur 1 – 124 km:

Wenzel – Selatrað – Runavík – Rituvík – Æðuvík – Toftir – Runavík – Effostøðin í Runavík/Glyvrum


Dagur 2 – 125 km:

Klaksvík – Eiðisskarð – Vestmanna – Sornfelli


Dagur 3 – 18 km:

Sandoygging – 2 umfør (2 laps)


Dagur 4 – 103 km:

Tvøroyri – Fámjin – Hovsegg – Lopra – Sumba – Lopra – Hovsegg – Tvøroyri – 1 umfar á Tvøroyri (1 round)


Dagur 5 – 40 umfør (40 laps):

Criterium í Tórshavn

Samla longd Elitan: 430 km – 5000 hæddarmetrar


Unglingar/Motionistar:

Dagur 1 – 89 km:

Wenzel – Skála – Runavík – Rituvík – Æðuvík – Toftir – Runavík – Effostøðin í Runavík/Glyvrum


Dagur 2 – 93 km:

Klaksvík – Eiðisskarð – Sornfelli


Dagur 3 – 18 km:

Sandoygging – 2 umfør (2 laps)


Dagur 4 – 76 km:

Tvøroyri – Hovsegg – Lopra – Hovsegg – Tvøroyri – 3 umfør á Tvøroyri (3 rounds)


Dagur 5 – 20 umfør (20 laps):

Criterium í Tórshavn


Samla longd Unglingar/motionistar: 230 km – 2500 hæddarmetrar


Børn: Gentur og Dreingir

Criterium í Tórshavn – 10 umfør

Vinningar

Vinningar eru fyri at vinna samanlagt


And the winner is ...

The overall prices are:

Men and women, Open Group:

Winner: DKK 1.500

2nd place DKK 1.000

3rd place DKK 750

4th DKK 350

5th DKK 300

6th DKK 250

7th DKK 200

8th DKK 150

9th DKK 100

10th DKK 50

Juniors and age gropus:

Winner DKK 500

2nd place 300

3rd place 200

King of Mountain Open group

DKK 750

King of Mountain for Juniors and age groups

DKK 300


Vinningar kunna verða reguleraðir um fáir luttakrir eru í bólkinum.

Prísur

750 kr fyri tey í melda tíðliga til (fyrr enn 1. apríl)
1000 kr fyri tey í melda til eftir 1. april

Upplýsningar

Høvuðsdómari fyri kappingina verður Geyr Gilsteinsson

Høvuðsfyriskipari fyri kappingina er Gunnar Dahl Olsen
Eru spurningar eru tit vælkomin at skriva til gdo@trygging.fo

Sponsorar

Wenzel P/F www.wenzel.fo
Tryggingarfelag føroyar www.trygging.fo
Effo www.effo.fo
Poul Hansen www.ph.fo

LINKS

Smyril Line – Bátur, ið siglur frá hanstholm til tórshavn

www.smyrilline.fo

Atlantic Airways – Flogfar sum flýgur frá CPH/Billund til Vágar

www.atlantic.fo

Visit Faroe Islands – Heimasíða við upplýsningum um feravinnu í Føroyum

www.visitfaroeislands.com

Hotels.com – heimasíða har møguleiki er fyri at finna gisting í føroyum, um man ikki ynskir at sova á skúlanum

www.hotels.com


Leinkja til teinar(pdf)


Elita Etapur.pdf  

Unglinga&Motionista Etapur.pdf