«2021»Í dag«Okt»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Víkingar og hvirlur á Eiðisskarð

Leygardagin bleiv kappast í Landavegsúkkling. Teinurin gekk úr Havn, norður gjøgnum Sundalagið, og so skuldu súkklarar niðan á Eiðisskarð, har málið var.

Hesu ferð var kappingin skipað soleiðis, at allir bólkar súkklaðu sama tein.

Uppmøtingin var góð leygardagin. Útisetar komu heim at kappast, og súkklarar, ið ikki hava kappast á súkklu í longri tíð, stillaðu upp til start.

Í byrjaðini var samling á feltinum. Tað hendi ikki tað heilt stóra, og súkklarar fylgdust niðan til rundkoyringina við Føroya Tele. Jákup Petur Eliasen er stinnur bæði í undan- og í mótbrekku, og oman móti Hvítanesi fekk hann hol aftur til feltið. Christian Guttesen, ið var komin heim at kappast, royndi at koyra hann inn aftur. Kampurin millum teir báðar helt fram eina løtu.

Tryggur sigur

Oman móti Sandvíkahjalla fekk Jákup aftur ferð á súkkluna, og hann økti tí enn meira aftur til kappingarneytarnar. Christian stríddist, men munurin millum hann og Jákup Petur øktist meir og meir.

Aftanfyri Christian var samling í feltinum, tá Kjartan Egholm, Jón Ellingsgaard, Elmar Ósá, Henry Berg og Rógvi Róin, arbeiddu saman um at fáa Christian aftur. Tað eydnaðist løtu seinni, og tað var við Kjallnes at tað eydnaðist.

Nýggja toymið stríddi seg nú í mótvindinum norður gjøgnum Sundalagið. Fyrsta plássið var avgjørt, tí hóast Kjartan, Christian og hinir arbeiddu væl saman, so sóu teir ikki Jákup Petur aftur.

Ein kampur er tað at koyra úr Eiði niðan á Eiðisskarð, men tá so vindurin vaks, og hvirlur riktu og skriktu í súkklararnar, so bleiv kampurin ikki lættari. Onkur bleiv sendur av vegnum, og onkur mátti steðga og halda fast ”í hatti og brillum”, fyri síðan at halda leiðina fram niðan á málið.

Jákup Petur økti alsamt, og tá avtornaði vann hann við góðum 14 minuttum á nummar tvey, sum leygardagin gjørdist Christian Guttesen. Í hálvan fjóðra minutt seinni kom Kjartan Egholm um málstrikuna. Kampur var um triðjaplássið, tí tað var bert fá sekund millum Kjartan og Jón Ellingsgaard.

 

Úrslit menn, Opin Bólkur:

1.       Jákup Petur Eliasen, 2 tímar 10 minuttir og 10 sekund

2.       Christian Guttesen, 2:24:31

3.       Kjartan Egholm, 2:28:05

4.       Jón Ellingsgaard, 2:28:39

5.       Henry Berg, 2:29:11

6.       Elmar Ósá, 2:34:23

7.       Rógvi Róin, 2:36:10

 

Úrslit kvinnur, Opin Bólkur:

1.       Rigmor Rasmussen, DNF