
Venjing 2021
Venjingin hjá Tórshavnar Súkklufelag er byrjað aftur, og vit vilja fegin hava "øll" við. Tískil koma vit at skipa fyri felagsvenjing hvønn týsdag og hósdag, og í vikuskiftinum eftir avtalu.
Nú í vetur venja vit spinning og styrki. Tað gera vit í BURN.
Týs- og hósdag er spinning á skránni. Báðar dagar byrjar venjingin kl. 16.30.
Týsdag er Jákup Petur Eliasen venjari, og hósdag er tað Lív Egilsdóttir Olsen, ið er venjari.
Eftir spinningina er styrkivenjing á skránni. Hesari venjing skipar Jákup Petur.
Í vikuskiftinum verður somuleiðis vant styrki og spinning. Styrkivenjing er leygardag kl. 14.30 og spinning (súkkling úti um viðrar) er hvønn sunnudag kl. 14. Venjingini sunnudag stendur Gunnar Dahl-Olsen fyri.
Uttandura súkkling:
Um neyðugt verða vit býtt upp í tvey lið.
1. lið fyri royndar súkklarar
2. lið fyri minnið royndar ella óroyndar súkklarar.
Hetta verður gjørt fyri at ØLL fáa eina góða venjing.
Meira kunning seinni