
Úrslit: MTB XC kriterium leygardagin 7. apríl
FM 2012 í fjallasúkkling, sokallað MTB XC Criterium á sjúkrahúsøkinum.
Í dag kl 12.00 skipaði nýstovnaða fjallasúkklufelagið fyri MTB kapping á økinum kring Lanssjúkrahúsið.
Súkklast skuldi í 45 min, so bleiv ringt fyri síðsta umgangi, og tann ið tá hevði súkklað longst varð kosin
vinnari.
Helgi Winther Olsen legði út sum eitt óløgi, við Høgna Øster í hølunum. Eingin kláraði at fylgja Helga, sum
vann seg longri og longri frá hinum, og kom einsamallur, langt fremstur um málstrikuna. Høgni lá eina løtu
sum nummar 2, men tá Andrass so hevði fingið vundið dieselmotorin upp í ferð, var hann ikki at steðga.
Hann vann seg fram um Høgna miðskeiðis í kappingina og helt seg har. Tó skal sigast, at Høgni tók seg væl
inn á Andrass aftur á síðsta umgangi, men ikki nóg mikið. Andrass gjørdist 8 sekund framman fyri Høgna
Gunnar Dahl Olsen og Sigmundur Olsson vóru eisini við í kappingini, men hjá teimum riggaði ikki alt eftir vild
í dag. Gunnar kom á mál sum nummar 4 við sama umgangstali sum teir,ið vóru frammanfyri. Sigmundur var
hinvegin ein umgang aftanfyri.
Tveir unglingar, Mortan Johannesen og Uni Vitalis súkklaðu eisini við. Teirra teinur var 30 min + ein umgang,
men tá teir komu so langt, valdu báðir at súkkla sama teinin sum teir vaksnu. Hetta kláraðu teir við glans, og
vóru bara ein góðan umgang aftan fyri vinnaran.
Næsta súkklukapping verður 2 páskadag kl 14.00, tá Tórshavnar Súkklu Felag skipar fyri motiónssúkkling.
Úrslitið var hetta:
Menn:
1. Helgi Winther Olsen
2. Andrass Joensen
3. Høgni Rúnason Øster
4. Gunnar Dahl Olsen
5. Sigmundur Olsson
Unglingar:
1. Mortan Johannesen
2. Uni Vitalis