Myndina hevur Jóanis Nielsen tikið.
Úrslit: Gudmundur vann kappingina 2. páskadag
Tórshavnar Súkklufelag skipaði 2. páskadag fyri
súkklukapping.
Startur og mál
var við Skógrøkt Landsins á Hvítanesvegnum í Havn. Súkklast skuldi fyrst til
Gomlurætt, aftur til Havnar, framvið málumráðnum, og so til Kalbaks har vent
var og so aftur til Havnar á mál. Teinurin var góðar 54 km til longdar og
luttøkan var góð, bæði unglingar, menn og kvinnur kappaðust. Unglingarnir
súkklaðu bert til Gomlurætt og aftur til Havnar (áleið 25 km), og vinnarin her
gjørdist Tóri Nielsen, Tummas Simonsen kom á mál sum nummar 2, og í hølinum á
honum kom Bartal Dam Gregoriussen.
Hjá kvinnunum
vann Eyðfríð Christiansen sannførandi á Anniku Vang sum gjørdist nummar 2.
Stórsti bólkurin
í luttakaratali var mansbólkurin. Gudmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen vístu
tíðliga í kappingini at teir ætlaðu sær sigurin. Teir fingu beinanveg eitt hol
aftur til hinar súkklararnar og hildu tað alla kappingina. Men Gunnar kláraði
ikki at fylgja Gudmundi og súkklaði hann frá Gunnari og koma á mál góðar 5.
minuttir áðrenn Gunnar, sostatt vann Gudmundur Joensen sannførandi, nummar tvey
gjørdist Gunnar Dahl-Olsen og nummar trý gjørdist Andrass Joensen. Jóanis
Albert Nielsen fylgdist Andrass Joensen til vendipunkti í Kalbak, men á veg
aftur til Havnar súkklaði Andrass frá honum, og gjørdist Jóanis Albert Nielsen
nummar 4.
Í
unglingabólkinum gjørdust úrslitini hesi:
1. Tóri Nielsen
1.01.56
2. Tummas
Simonsen 1.09.12
3. Bartal D.
Gregoriussen 1.11.14
4. Uni Vitalis
1.15.38
5. Pauli Jacobsen
1.16.08
6. Edmundur
Johannesen 1.16.10
7. Havgrímur
Ingason 1.28.20
8. Jóhan Joensen
1.28.21
Úrslitini hjá
kvinnum:
1. Eyðfríð
Kristiansen 2.28.40
2. Annika Vang
2.39.00
Menn:
1. Gudmundur
Joensen 1.38.40
2. Gunnar D.
Olsen 1.43.43
3. Andrass
Joensen 1.44.57
4. Jóanis Albert
Nielsen 1.46.29
5. Regin Nolsøe
1.53.27
6. Morten Hansen
1.53.43
7. Alfred
Hummeland 1.53.44
8. Kári Simonsen
2.01.37
9. Jonny Jacobsen
2.02.09
10. Eli
Christiansen 2.07.29
11. Kári Nielsen
2.09.57
12. Aksel
Haraldsen 2.14.53
13. Evald
Rasmussen 2.14.54
14. Tummas Óli E.
Olsen 2.18.28
Á heimasíðuni hjá Jóanis Nielsen, www.joanisnielsen.fo ber eisini til at síggja eitt tíðindaskriv og fleiri myndir. Link til grein og myndarøð er:
og
Lagt út: Eli JC