
Úrslit: FM 2012
Kelda: www.joanisnielsen.fo
Myndir: www.joanisnielsen.fo og Finn Larsen
Einkultstartur
Fríggjakvøldið var FM-kapping í einkultstarti í súkkling. Kappingin var í Vágum, súkklað varð frá FK í Miðvági út í Brennuna (Við flogvøllin) og aftur til FK. Menn opin bólkur súkklaðu teinin 3 ferðir íalt 30 km., ímeðan unglingar og master súkklaðu teinin 2 ferðir íalt 20 km.
Úrslitini í opnum bólki (30km):
1. Torkil Veyhe FM-vinnari 42.41
2. Gunnar Dahl Olsen 45.12
3. Sverri M. Edvinsson 47.12
4. Dávur Magnussen 49.18
5. Kjartan Egholm 50.09
6. Beinir Rasmussen 55.50
Úrslit Unglingabólkur (20km):
1. Jóanis Albert Nielsen FM-vinnari 32.58
2. Tummas Óli E. Olsen 35.00
3. Torbjørn Haraldsen 38.18
4. Uni Vitalis 39.38
5. Eli Finnson 43.00
Úrslit Master (20km):
1. Aksel Haraldsen FM-vinnari 39,28
2. Geir Gilsteinsson 45.21.
Tað var AG Bike Sport sum læt vinningar til nr. 1, 2 og 3.
Líkindini at súkkla í Vágum í kvøld vóru góð, tað var eitt lítið lot á Vatnavegnum, men tað nervaði einki súkklingina.
Landavegkoyring
Leygardagin var FM kapping í súkkling á landsvegi.
Opin bólkur súkklaði teinin úr Havn til Vestmanna og aftur til Havnar, har súkklað varð eisini inni í Havnini áðrenn komið var á mál - íalt 100 km.
Master og unglingar súkklaðu úr Havn norður til Áir og aftur til Havnar eisini súkklaðu teir inni í Havnini áðrenn teir komu á mál.
Opin bólkur - 100 km:
1. Torkil Veyhe 2.27.43
2, Gunnar D. Olsen 2.31.06
3. Sverri M. Edvinsson 2.37.54
4. Jóanis Albert Nielsen 2.45.24
5. Kjartan Egholm 2.47.21
6. Dávur Magnussen DNF
Unglingar - 70 km:
1. Tummas Óli Olsen 2.12.12
2. Torbjørn Haraldsen DNF
Master - 70 km:
1. Henry Berg 2.12.36
2. Aksel Haraldsen 2.22.02
3. Beinir Rasmussen 2.36.47
Býarkoyring
Sunnumorgunin varð skipað fyri FM í býarsúkkling. Súkklað var á Hálsi í Havn. Allir súkklarnir í øllum trimum bólkunum (1. bólkur, master og unglingar) súkklaðu í 50 min. + eitt umfar. Vinnari í 1. bólki gjørdist Gunnar Dahl Olsen, hann tók Torkil Veyhe teir seinastu 200 metrarnar, eftir at hava ligið beint í hølunum á honum í góðar 50 minuttir.
Opin bólkur:
1. Gunnar Dahl Olsen
2. Torkil Veyhe
3. Dávur Magnussen
4. Kjartan Egholm
5. Jóanis Albert Nielsen
6. Henry Berg
7. Høgni Øster
Master:
1. Finn Larsen
Unglingabólkurin:
1. Tummas Óli E. Olsen
2. Uni Vitalis
3. Eli Finnson.
Komandi vikuskifti fara einir 10 føroyskir súkklarar til Íslands, at súkkla við í kapping í Reykjavík, sum er í tríggjar dagar, teir koma aftur mánadagin.