«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Niðurteljingin er byrjað, og um eina viku byrjar Volvo Kring Føroyar 2017.

Í ár verða tríggjar etapur, og tað verða tríggjar Landavegkappingar.

Tað verður kappast á tveimum teinum hvønn dag. Opin bólkur koyrur tilsamans góðar 350 km og Unglingar, Kvinnur og Motionistar koyra góðar 200 km tilsamans.

Ruturnar eru klárar, men vit bíða eftir góðkenning frá Løgregluni áðrenn vit kunngera ruturnar alment. Tað gera vit her á heimasíðuni og á Facebook - Súkkling og Triathlon í FØ.

Allar kappingar byrja og enda hjá okkara sponsori, sum í ár er Wenzel Ford Og Volvo.

Fyrsta kappingin byrjar kl. 18 hósdagin 20. juli. Allir luttakarar skulu møta kl. 17.

Kappast verður soleiðis:

Hósdagin 20. juli kl. 18. Møta kl. 17 hjá Wenzel Ford Og Volvo.

Fríggjadagin 21. juli kl. 18. Møta kl. 17 hjá Wenzel Ford Og Volvo.

Leygardagin 22. juli kl. 15. Møta kl. 14 hjá Wenzel Ford Og Volvo.