«2017»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Volvo Kring Føroyar 2015 - Torkil sigraði á Sandi og liggur á odda

Torkil gjørdi hattrick tá hann á Sandi vann triðja sigurin á rað. Triðja etapan bleiv koyrd á Sandoynni, og tá skuldu allir súkklar koyra sama tein og eins langt. Allir súkklarar skuldu tí koyra 18 km. Í mun til Kongaetapuna dagin fyri, tá Opni bólkur koyrdi 125 km, so ljóðar 18 km ikki av nógvum. Men tá kappast verður í einkultstarti, tá koyrur súkklarin kapp ímóti sær sjálvum og klokkuni, og tá verður traðka so hart á pedalurnar sum tilber og allar 18 kilometrarnar, ella hvussu langur teinurin nú einaferð er.

Kappast var í einkultstarti, og eftirsum Torkil vann gull á Oyggjaleikum fyri bert einum mánaði síðani, ja so var lítið at ivast í hvør favoritturin var til kappingina á Sandi.

Torkil vann sannførandi og liggur nú á odda í Volvo Kring Føroyar súkklukappingini, sum endar sunnudagin.

Dávur Magnussen koyrdi sum ein ávísur var í hølunum á honum, og hann tók øll á bóli tá hann vann á bæði Guðmundur Joensen og Jóanis Albert Nielsen, sum eisini er góður í júst hesari grein.

Triðjur á mál gjørdist Jóanis Albert Nielsen, og tað vóru júst hesir tríggir, ið mannaðu føroyska súkklulandsliðið, sum vann bronsu í einkultstarti á Jersey.

Sandingurin, Sverri Mohr Edvinsson vann motiónsbólkin.