«2017»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Volvo Kring Føroyar 2015 - Sannførandi sigur til Torkil Veyhe

Her brúka vit somu yvirskrift sum vit hava brúkt til aðra grein. Søgan endurtók seg ígjár tá seinasta og 5. etapa bleiv súkklað á Streymoynni. Torkil vann aftur ein sannførandi sigur.

Hetta var 5. etapan og fjórði sigur til Torkil Veyhe, sum koyrur í bestu deilsini í Danmark, í A bólkinum. Torkil var favorittur at vinna kappingina, men vónir vóru til unga íslendingin Emil Tumi Víglundsson, at hann kundi geva Torkil harða kapping.

Emil hevur seinastu tíðina búð í Hollandi og har súkklað burturav. Men hann rakti ikki formin, og burtursæð frá á 5. etapu var tað ikki hann, ið lá í fremra enda av feltinum.

Mesta venjingin hjá Guðmundur Joensen hevur verið málrættað triathlon venjing. Formurin er góður, men eisini hann mátti seta seg niður aftur, tá Torkil reistist á súkkluni, og setti ferð á súkkluna niðan á skørð og niðan á Oyggjarvegin. Ikki tí, á Kongaetapuni var Guðmundur tann seinasti sum varð noyddur at sleppa Torkili, og tað var ikki fyrr enn at seinastu kilometrarnir skuldu koyrast, og leiðin gekk niðan á Oyggjarvegin, at Torkil slapp frá Guðmundi.

Dávur Magnussen hevði eina góða Kring Føroyar kapping í ár. Í fjør gjøgnumførdi hann ikki allar etapurnar, og í ár hevði hann trupulleikar í Kongaetapuni, men hann tók dystin upp á Sandi og tók øll á bóli tá hann gjørdist nummar tvey í 18 km langa einkultstartinum á Sandoynni, og endaði frammanfyri bæði Guðmundur Joensen og Jóanis Albert Nielsen, ið báðir eru stinnir í hesari súkklugrein.

Umframt at Dávur vann fjallatroyggjuna, so vann hann eisini drúgva og harða teinin á Suðuroynni, tá koyrt bleiv av Tvøroyri til Fámjin, um Hovsegg, um Hestin og allan vegin aftur til Tvøroyri.

Í 5. etapu bleiv tað til enn eitt 2. pláss. Kappast bleiv á teininum millum Akranesgøtu í Havn og Gomlurætt. Tvey umfør skuldu koyrast. Eftir tað skuldu súkklarar koyra fimm umfør á økinum kring Tekniska Skúla í Havn, har málið var uttanfyri bilasøluna hjá Wenzel.

Torkil setti ferð á fyrstu ferð leiðin gekk um Velbastaðháls. Bara Dávur Magnussen megnaði at koma í útbrot saman við Torkil. Vent bleiv niðri á keiini í Gomlurætt. Niðan úr Gomlurætt setti Torkil aftur ferð á, og nú var ov mikið hjá Dávur. Heldur ikki hann megnaði at halda tritt við Torkil. Torkil økti og økti aftur til feltið, og tað bleiv tí aftur til ein tryggan sigur til Torkil.

Tað kundi blivið spenanndi um menn í feltinum høvdu viljað arbeitt saman um at koyra Torkil inn aftur. - Ein stóran part av teininum arbeiddu vit væl saman. Ikki allir. Nakrir spardu seg heldur og hugsaðu um eitt pláss á sigurspallinum, heldur enn aftur at fáa spenning í kappingina. Hetta er ikki óvanligt í súkkling, og tá menn í feltinum ikki vilja arbeiða saman, ja so økist munurin frá fremsta súkklara til feltið alt meir og meir. Hetta er taktikkur. Onkuntíð riggar, onkuntíð ikki, segði ein troyttur og frustreraður, men vælnøgdur Gunnar Dahl-Olsen, eftir kappingina.

Tað bleiv tí til ein endaspurt millum Dávur Magnussen, Gunnar Dahl-Olsen, Guðmundur Joensen, Bjarke Vodde Nielsen og Emil Tumi Víglundsson. Emil opnaði fyrst, men Dávur hevði besta endaspurtin og gjørdist næstur um málstrikuna. Triðjur gjørdist Gunnar Dahl-Olsen.

Kappingina um at vinna motiónsbólkin vann Sverri. Sverri vann allar 5 etapurnar og vann samlað kappingina við 43 minuttir. Næstur honum gjørdist Jan Hjaltalin.

Hjá mansunglingum vann íslendingurin Sæmundur Guðmundsson. Hjá kvinnuunglingum vann Kristín Edda Sveinsdóttir. Ísland var væl umboðað í Volvo Kring Føroyar 2015, og umframt Sæmundur og Kristín, so komu átta aðrir íslendskir súkklar til kappingina.

Øll úrslit frá Volvo Kring Føroyar 2015 síggjast her:

http://www.tsf.fo/news-volvo+kring+foroyar+2015+samlada+urslitid.htm