«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Volvo Kring Føroyar 2015 - Sannførandi sigur til Torkil Veyhe

Tað var Torkil Veyhe, ið gjørdist fyrstur um málstrikuna í fyrstu etapuni av Volvo Kring Føroyar 2015. Teinurin, ið bleiv súkklaður byrjaði í Havnini - frá bilasøluni hjá Wenzel, ið er høvuðssponsorur til kappingina í ár.

Leiðin gekk gjøgnum Kaldbakstunnilin, og norður gjøgnum Sundalagið, gjøgnum tunnilin við Streymin og so til Selatrað, har vent bleiv. Nú gekk leiðin móti Runavík, har málið var. Men fyrst skuldi Agnið súkklast. Onnur ár hava súkklarar koyrt út á Toftir, og so tann vegin runt Agnið, men hesa ferð var tað suður um Agnið. Málið var við Effostøðina í Saltangará.

Torkil Veyhe var sum sagt fyrstur um málstrikuna í elitubólkinum. Guðmundur Joensen gjørdist næstur og Dávur Magnussen triðjur á mál.

Koyrt verður fjallatroyggjuna, og í gjár var tað Sigmundur Olsson, ið var fyrstur í fjallaspurtinum. Fjallaspurturin var við tunnilin við Streymin. Í dag er tað so Sigmundur, ið koyrur í svørtu fjallatroyggjuni.

Føraratroyggjan er gul, og tað er tí Torkil Veyhe, ið koyrur í gulum í dag.

Hjá motionistunum var tað Sverri Mohr Edvinsson, ið vann tann bólkin.

Meðan Sæmundur Guðmundsson vann unglingakappingina, so vann Kristín Edda Sveinsdóttir kappingina hjá kvinnum.

Í dag stendur kanska harðasti teinur í føroyskari súkklusøgu á skránni. Súkklararnir byrja í Klaksvík. Koyra niðan á Gøtueiði, um Eiðisskarð, og so suður gjøgnum Sundalagið. Leiðin gongur síðan til Vestmanna, har vent verður. So skulu súkklararnir "klatra" allan vegin niðan úr Vestmanna, fyri síðan at koyra eftir Oyggjarvegnum, og so allan vegin niðan á Sornfelli. Teinurin er 125 km langur, og nógvir hæddarmetrar skulu "klatrast".

Kappingin í dag byrjar klokkan 14, og byrjað verður við Effostøðina í Klaksvík.