«2017»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Volvo Kring Føroyar 2015 - enn ein sigur til Torkil Veyhe

Enn ein sigur til Torkil Veyhe, og enn ein dagur í fagrasta veðri.

Aftur í gjár vísti Føroyar seg frá sínari bestu síðu, tá "Kongaetapan" skuldi súkklast.

Leiðin gekk úr Klaksvík, um Eiðisskarð, suður gjøgnum Sundalagið, til Vestmanna, og so allan vegin niðan á Sornfelli. Ein teinur á 125 kilometrar og 2500 hæddarmetrar.

Súkklarar fylgdust til Funning, men so bleiv ferð sett á, og menn duttu av sum perlur á snóri, og tá leiðin gekk suður gjøgnum Sundalagið vóru tað Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen, Bjarke Vodde Nielsen, Dávur Magnussen og Gunnar Dahl-Olsen sum gjørdu alt fyri at økja um munin aftur til restina av høvuðsfeltinum. Hesir fylgdust til Kvívíkar, men nú økti Torkil aftur um ferðina, og løtu seinni vóru tað bara Torkil og Guðmundur, ið koyrdu saman undan, meðan hinir jagstraðu ein og ein.

Tá seinasti partur av 2. etapu skuldi koyrast - niðan á Sornfelli - økti Torkil aftur um ferðina og hann vann soleiðis ein sannførandi sigur, og vann við smáum 6 minuttum á Guðmundur Joensen, ið sostatt gjørist nummar tvey. Nummar trý gjørdist Gunnar Dahl-Olsen.

Unglingar, kvinnur og motionistar koyrdu eisini ein rættiliga langan og harðan tein, men meðan opin bólkur koyrdi 125 km, so koyrdu hesi 93 km. Ístaðin fyri at koyra til Vestmanna, vendi hesi niðan á Oyggjarvegin við Effostøðina í Kollafjarðadali, og súkklaðu so allan langa vegin niðan á Sornfelli.

Sæmundur Guðmundsson vann annan dagin á rað, og tað gjørdi Sverri Mohr Edvinsson eisini. Báðir vunnu sannførandi og tað gjørdi Kristín Edda Sveinsdóttir, sum eisini vann annan dagin á rað.

Eftir 1. etapu var tað Sigmundur Olsson sum vann sær heiðurin at súkkla við svørtu fjallatroyggjuni í 2. etapu. Tá 3. etapa skal koyrast, verður tað Dávur Magnussen sum koyrur í fjallatroyggjuni.

3. etapa veður koyrd á Sandoynni, og tá verður einkultstartur á skránni. Øll koyra sama tein og somu longd. Teinurin er 18 km.

Úrslit, 2. etapa, opin bólkur:

1. Torkil Veyhe, 4 tímar 10 min 29 sekund

2. Guðmundur Joensen, 4:16:44

3. Gunnar Dahl-Olsen, 4:27:05


Úrslit, 2. etapa, unglingar:

1. Sæmundur Guðmundsson, 3 tímar 18 minuttir 48 sekund

2. Sólon Nói Sindrason, 3:38:35

3. Kristinn Jónsson, 3:55:45


Úrslit, 2. etapa, motionistar:

1. Sverri Mohr Edvisson, 3 tímar 40 minuttir 21 sekund

2. Jan Hjaltalin, 3:55:20

3. Óli Arge, 4:04:36


Úrslit, 2. etapa, kvinnur:

1. Kristín Edda Sveinsdóttir, 4 tímar 27 minuttir 20 sekund

Øll úrslit verða at síggja á www.tsf.fo skjótast tilber.