«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Vetur og einkultstartur - og gott veður

Tað er ikki altíð at tað er so nógv at siga um eina Einkultstartskapping. Tað er súkklarin versus urið, og so er dagsformurin sera umráðandi.
Teinurin, ið verður koyrdur er eisini av stórum týdningini.
Teinurin leygardagin var sermerktur á tann hátt, at rutan var alt annað enn fløt, sum einkultstartir ofta eru. Og rutan gekk ígjøgnum fleiri rundkoyringar, og gjøgnum alla ferðsluna, ið er ein leygardag í Havn. Byrjað var á 0 hæddarmetrum, og vent við 175 hæddarmetrum. Hetta ávirkaði sjálvandi úrslitið - onkran meira enn annan.
Rutan gekk frá Vágsbotn, eftir Strond, eftir Ringvegnum, út í Norðasta Horn. Her bleiv vent, og so varð koyrt sama veg aftur til miðbýin, til Vágsbotn, til Nólsoyar Páll, har startur og mál var.
Vit hava fyrr tosað um menningina hjá Jan Hjaltalin Olsen. Formurin er góður, og vektin fín til øll fjøllini og brekkurnar í Føroyum. Jan rakti dagin, dagsformurin var góður, og hann var væl koyrandi leygardagin. Tað bleiv til eitt 2. pláss hjá honum.
Hilmar Hansen er komin ígongd aftur, og tað er sjálvandi at gleðast um. Hann gjørdist numar trý. Men hørð kapping var um triðjaplássið, tí Jóanis Albert Nielsen, sum eisini hevur sett seg á súkkluna aftur, var bert 9 sekundir eftir Hilmar.
Tóri Thorleifsson var aftur við ígjár. Ferðin var góð, men hann visti ikki betur, enn at vendast skuldi millum Horna! Sama gjørdi Sámal Petur Danielsen, og hvørgin fekk tí stig í gjár. Ergriligt, men ein partur av "game´inum" at kanna rutu, asfaltið, vind, ferðslu, vandar og annað áðrenn kappingarbyrjan.
Næsta kapping verður 20. novembur. Verða veðurguðarnir aftur við okkum tá, so gongur leiðin um Oyggjarvegin, tá kappast verður í 42 km einkultstarti. Kappingin byrjar kl. 15.

Úrslit, 20 km Einkultstart:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 28 minuttir 36 sekund

2. Jan Hjaltalin, 29.41

3. Hilmar Hansen, 30.36

4. Jóanis Albert Nielsen, 30.45

5. Kári Davidsen, 31.00 

6. Jógvan Højgaard, 31.48

7. Petur av Vollanum, 33.00

8. Evald Rasmussen, 35.56

9. Sámal Petur Danielsen, DNF

10. Tóri Thorleifsson, DNF

11. Sverri M. Edvinsson, DNS

12. Kjartan Egholm, DNS

Vetrakappingin 2016, Einkultstartskappingar.xlsx