«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Leygardagin 22. apríl bleiv kappast í Einkultstarti, og sunnudagin í Landavegsúkkling.

Leygardagin skuldu súkklarar koyra ein Einkultstart frá Hotel Føroyum niðan á Sornfelli.

Tosað bleiv við Landsverk, og avgerð bleiv tikin um ikki at koyra niðan á Sornfelli.

Starturin var frá Hotel Føroyum, og málið bleiv so flutt oman har landsvegurin gongur niðan á Sornfelli. Ein teinur á 13 kilometrar.

Ein sokallaður fjallaeinkultstartur, og tí ivaðust súkklarar um teir skulu koyra við einkultstartssúkkuni, ella á vanligu kappsúkkluni. Onkur valdi einkultssúkkluna, men flest øll koyrdu á kappsúkkluni.

Úrslit, 13 km einkultstart:

Menn:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 30 minuttir 0 sekund

2. Jóhann Brend, 30.30

3. Jan Hjaltalin Olsen, 30.49

4. Jógvan Højgaard, 31.53

5. Hilmar Hansen, 32.18

6. Jóanis Albert Nielsen, 33.50

7. Áslakkur Nesá, 35.23

8. Høgni R. Øster, 36.29

9. Kjartan Egholm, 36.42

10. Tóri Thorleifsson, 37.55


Kvinnur, 13 km einkultstart:

1. Birita Poulsen, 38 minuttir 41 sekund

2. Helena Dahl-Olsen, 42.50

3. Svanna Poulsen, 43.38


Landavegsúkklingin sunnudagin 23. apríl bleiv steðgað eftir at súkklarar høvdu koyrt góðar 30 km vegna veður. Myndir frá úttøkukappingunum kunnu síggjast á www.jn.fo. Myndirnar her hevur Jóanis Nielsen tikið.