
Úrslit: Kapp du Norð + nógvar myndir
Súkklukappingin hjá Tórshavnar Súkklufelga á
Norðasta Horni spældist væl av. 21 børn í aldrinum 7 til 13 ár høvdu leitað sær
fram til kappingina og stóðu spent klár at innrita kl. 17.00. Umframt innritan,
høvdu luttakarnir eisini møguleika at velja sær ein íspinn at skriva navn sítt
á og koyra í eina krukku til lutakast um vinningar aftaná súkklukappingina. At
hugna um kappingina høvdu foreldur skipað eitt kaku og kaffiborð umframt frukt,
ið enn einaferð var latin okkum frá PM Heilsølu. Kemilux hevði hjálpt okkum við
dunkum við kranum at bjóða vatn úr.
Í bólki
1 vóru fýra luttakarar hjá dreingjum og ein hjá gentum. Hjá Brandi
Niclassen var tíanverri soleiðis, at ketan leyp av, og fitt av tíð fór við at
fáa hana á aftur. Tískil kappaðust hinir tríggir óført um, hvør skuldi verða
fremstur. Tá avtornaði, vann Sámal Jákup Jacobsen á Óðin Andor Ellefsen aftaná
ein ordans endabrest. Jason Thomsen í Stovugarði kom buldrandi inn á eitt
triðja pláss. Einsamalla kappingargentan Eydna Hansen vísti dreingjunum, at
teir bara skula ansa sær, og at hon saktans kann kappast við teir. Hon vann
sjálvandi sín bólk, men hevði eisini blandað seg á heiðurspallinum millum
dreingirnar á einum flottum triðja plássi.
í bólki
2 vóru fleiri luttakarar hjá dreingjum, men eisini bara ein genta. Bartal
Dam Gregoriussen legði seg beint á odda og traðkaði sum eitt óløgið allan vegin
á mál sum fyrsti maður. Í hølinum á honum var Tummas Simonsen, sum var óheppin
at detta aftaná fyrsta rundan var súkklað. Við skurðslaðum knæi helt Tummas
óført á at jagstra Bartal og kom flott á mál sum nummar tvey. Eitt sindur av
blanding kom í hjá dómarunum, og komu teir at telja skeivt á hvør gjørdist
nummar trý. Hans Olivur Kristjánsson má hava verið so skjótur framvið málinum
eina av ferðunum, at dómarirnir als ikki náddi at síggja hann. Rakett-Hans rópa
teir hann. Hørð kapping var um plássini beint aftanfyri, og lógu Finnur Hansen,
Andrew Gunnarson Nielsen og Regin Marjunarson og bardust um at gerast fjórði
drongur á mál. Einsamalla gentan Rebekka Hoydal Joensen, legði eisini bart
fyri, og spurtaði undan flestu dreingjunum at byrja við. Hon vísti síðani, at
tað ikki bara var í byrjani at hon var sterk, men at hon saktans bæði dugdi og
orkaði at trampa í pedalurnar allan vegin á mál. Eisini hon var komin á
sigurspallin, hevði hon kappast við dreingirnar, á einum flottum triðja plássi.
Í bólki
3 vóru heili átta luttakarar hjá dreingjum, og enn einaferð ein genta. Mortan Johannesen vísti seg sum bæði sterkan
og kringan fjallasúkklara og súkklaði á flottan hátt gjøgnum forðingarnar á
teininum sum skjótasti drongur. Tóri Christiansen var líka tryggur á øðrum
plássi, hóast hann rakti skeivt inn á eina lítla forðing og gleið eina ferð.
Hann var tó skjótur uppi aftur og risti grús og skerv av sær. Tað latst til, at
grúsið fekk meira ilt enn Tóri. Um triðja plássið bardust serliga Andrias Dam
og Hilbert Johannesen, men teimum næstir vóru eisini Teitur Bjarnastein, Teitur
Tausen og Rúni í Lon. Tað verður øgiligt, tá hesir hava kappast nakrar ferðir
afturat, at vita um ikki teir fara at bjóða Mortan av um fyrsta plássið!
Einsamalla gentan í elsta bólkinum Durita Toftum Joensen, vann sjálvsagt sín bólk, men stríddist til tann bitra enda og endaði á einum samlaðum 5. plássi. Hon súkklaði sum um hon aldrin hevur
gjørt annað enn at sita á fjallasúkklu og hugna sær. Dreingirnir skulu heilt bestemt
vara sær, um teir ikki ætla at verða settir púra til viks av hesu sterku
gentuni.
Omaná vinningarnar, ið vóru kakaomjólkbrikkar
frá MBM, vóru latnir ymsir vinningar í lutakasti. Hetta varð skipað soleiðis,
at ein fitt lítil genta slapp at taka íspinnar úr einari krukku. Á íspinnunum
stóðu síðani nøvnini á hepnu vinnarunum. Millum vinningarnar vóru hjálmar frá
Ráðið fyri Fersðlutrygd, Trygdarvestar frá FØNIX, kakaomjólk frá MBM,
drekkidunkar frá Tryggingarfelagið Føroyar og árskort frá Sjósavn Føroya. Tað
er sera gleðiligt, at so nógv góð feløg og virki vildi stuðla tiltakinum.
Dreingir - Bólkur 1 |
||
Nummar |
Navn |
Ár |
1 |
Sámal Jákup Jacobsen |
2002 |
2 |
Óðin Andor Ellefsen |
2002 |
3 |
Jason Thomsen Stovugarði |
2002 |
4 |
Brandur Niclasen |
2003 |
Dreingir - Bólkur 2 |
||
Nummar |
Navn |
Ár |
1 |
Bartal Dam Gregoriussen |
2000 |
2 |
Tummas Simonsen |
2000 |
3 |
Hans Olivur Kristjánsson |
2001 |
4 |
Finnur Hansen |
2000 |
5 |
Andrew Gunnarson Nielsen |
2001 |
6 |
Regin Marjunarson |
2000 |
Dreingir - Bólkur 3 |
||
Nummar |
Navn |
Ár |
1 |
Mortan Johannesen |
1997 |
2 |
Tóri Christiansen |
1997 |
3 |
Andrias Dam |
1999 |
4 |
Hilbert Johannesen |
1998 |
5 |
Teitur Bjarnastein |
1997 |
6 |
Teitur Tausen |
1999 |
8 |
Rúni í Lon |
1998 |
Gentur - Bólkur 1 |
||
Nummar |
Navn |
Ár |
1 |
Eydna Hansen |
2003 |
Gentur - Bólkur 2 |
||
Nummar |
Navn |
Ár |
1 |
Rebekka Hoydal Joensen |
2001 |
Gentur - Bólkur 3 |
||
Nummar |
Navn |
Ár |
1 |
Durita toftum Joensen |
1999 |