Úrslit frá Vestanstevnu
Leygardagin 10. juli varð kappast á fjallasúkklu. Kappingin var úr Vatnsoyrum og norður til Fjallavatn, teinurin varð súkklaður 3 ferðir aftur og fram hjá teimum vaksnu og 2 ferðir aftur og fram hjá unglingunum.
Teir vaksnu súkklaðu uml. 24 km og unglingarnir 16 km.
Hetta er triðju ferð vit kappast í H&G MTB Cup 2010. Hetta er kappingin, ið av røttum skuldi verða 1. mai.