«2021»Í dag«Des»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

 Guðmundur vann ársins fyrstu tíðarsúkkling

Súkklingin 2012 og Oyggjaleikafyrireikingarnar 2013 byrjaðar.

Tórshavnar Súkklu Felag TSF skipaði fyri einari tíðarsúkkling sunnudagin 4 mars kl 13.15.

Súkklast skuldi ein teinur upp á 30 km úr Havnini til Kaldbaks og aftur. Tá byrjað var at gera klárt fór at kava so illa, at í tveimum støðum, á Sundi og í Kaldbak var so nógvur kavi, at ikki var ráðiliga at súkkla har. Skal man fáast við útiítrótt í Føroyum, so er altíð at hava eina plan B klára, og súkkluleiðin bleiv broytt, so súkklað bleiv millum rundkoyringarnar Skansin – Svimjihøllin – Hvítanes. Henda leið bleiv súkklað 3 ferðir, uml. 28 km tilsamans. Tá byrjað verður í tíðarsúkkling, er 1 minuttur millum hvønn súkklaran, og ikki er loyvt at leggja seg í læ av einum øðrum súkklara. Altso mann móti manni.

Tveir unglingar og 8 vaksnir menn bjóðaðu seg fram at kappast. Annar ungligurin Jóannis Albert Nielsen bað um loyvi at súkkla millum teir vaksnu, tí teir súkklaðu longri. Hetta bleiv sjálvandi játtað honum, og tí bleiv yngri bróðurin, Tóri Nielsen, einsamallur unglingur. Unglingar skuldu súkkla teinin 2 ferðir. Væl gekst hjá báðum, Tóri hevði bara seg sjálvan at kappast við, meðan Jóannis Albert  súkklaði seg mitt í rúgvuna av teimum vaksnu. Bara Oyggjaleikasúkklarar víru framman fyri hann.

Hjá monnunum var tað ikki ávæntað Guðmundur Joensen, ið beinan vegin  legði seg í oddin, við Gunnari Dahl Olsen og Andrassi Joensen á næstu plássinum. Hensan støðan helt sær allan teinin.

Úrslitið var hetta:

Unglingar:

Nr

Navn

1.       umfar

2.       umfar

Samlað úrslit

1

Tóri Nielsen

20.15

22.07

42.22

 

Menn:

Nr

Navn

1.       umfar

2.       umfar

3.       umfar

Samlað úrslit

1

Guðmundur Joensen

14.53

15.20

15.38

45.51

2

Gunnar D Olsen

15.28

15.57

16.07

47.32

3

Andrass Joensen

16.13

16.36

16.28

49.17

4

Morten Hansen

16.19

16.38

16.21

49.18

5

Kjartan Egholm

17.06

16.41

17.55

51.42

6

Jóannis A Nielsen

16.56

17.19

17.31

51.46

7

Mikkel Hovman

17.55

16.59

17.22

53.18

8

Høgni R Øster

18.57

19.35

19.22

57.54

9

Aksel Haraldsen

19.44

21.04

21.04

1.01.52