«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

TSF nýggja nevnd

Tórshavnar Súkklufelag hevði eyka aðalfund mikukvøldið 23. november 2011.

Sitandi nevndin hevði boðað frá at hon helt ikki áfram aftaná fundin, og tískil skuldi nýggja nevnd veljast.

Í fráfarandi nevndini sótu Geyr Gilsteinsson, Eyðfinn Lenvig og Ingemar Johannesen. Ingemar hevur sitið í nevndini eitt valskeið, Eyðfinn tvey og Geyr eini fimm ella seks, og hevur verið formaður í fleiri ár. Vit takka teimum fyri arbeiði teir hava gjørt í felagnum.

Í nýggju nevndini eru Gunnar Dahl-Olsen, Kjartan Egholm og Eli J. Christiansen.

Gunnar hevur verið í nevndini fyrr, og sitið sum formaður í fleiri ár. Hetta er fyrstu ferð Eli eru í nevndini í TSF ímeðan Kjartan hevur drúgvar royndir sum formaður í Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Nýggja nevndin hevur fleiri mál fyri framman, harav eitt er Kring Føroyar kappingin komandi ár. Oyggjaleikir á Bermuda eru heldur ikki so langt burturi, og so er ungdómsarbeiði eitt mál sum stendur frammaliga á dagsskránni.

Nevndin hevur skipa seg soleiðis:

Formaður: Kjartan Egholm

Kassameirstari: Eli J. Christiansen

Skrivari: Gunnar Dahl-Olsen