«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Tryggur sigur til Jákup Petur

Tað bleiv til ein tryggan sigur til Jákup Petur Eliasen, tá kappast bleiv í Landavegsúkkling 2. Hvítusunnudag. 
Hóast nakað frammanfyri Andrass Joensen, sum gjørdist næstur um málstrikuna, so bleiv tað aftur í dag talan um eina spennandi kapping, eins og tað gjørdi farna vikuskifti, tá málið var uppi við Mýararnar í Vestmanna.
Rutan í dag bleiv broytt nakað. Tað byrjaði á sløttum, kann ein siga, og endaði við at koyra eftir Oyggjarvegnum til Havnar, har málið var. 
Komnir til Havnar skuldu súkklararnir koyra eftir Ringvegnum, niðan eftir Sundsvegnum, eftir Vegnum Langa, og so á mál við Plantusøluna.
Hóast høgur, so liggur sera væl fyri at "rulla seg saman" og fáa rættiliga høga ferð á súkkluna tá tað gongur oman eftir. Tá man so eisini orkar at traðka nógv watt eftir sløttum, og halda góða ferð niðan eftir, so ber til at vinna. Tað gjørdi tað, og tí kom Jákup Petur Eliasen á mál góðar seks minuttir áðrenn silvurvinnaran, Andrass Joensen.

Koyrt bleiv úr Havnini, gjøgnum Kaldbaksbergholið, og so gekk leiðin annars norður gjøgnum Sundalagið. Vent bleiv við Rundkoyringina ávegis niðan til tunnilsmunnan við Streymin. 
Jákup Petur fekk ferð á súkkluna, og so legði hann seg annars so langt niður sum tilbar, og fekk skjótt hol aftur til feltið. Gunnar Dahl-Olsen helt tørn, fangaði bakhjólið hjá Jákup Petur, og so koyrdu teir alt teir vóru mentir undan fylgjarunum.
Guðmundur Joensen, sum fyri fáum árum síðan taldist millum sterkastu súkklararnar í landinum, var aftur við. 
Jákup Petur og Gunnar koyrdu undan, og Guðmundur og Andrass jagstraðu útbrotið. Nakað aftanfyri teir, royndi triathleturin, Bogi Højgaard, at tað hann kundi at halda tørn.
Omanfyri Hósvík koyrdi Jákup Petur undan Gunnari, sum nú gjørdi tað hann var mentur fyri at koyra undan fylgjarunum.
Nakað áðrenn Hundsarabotn fekk Andrass Gunnar aftur, og nú royndu hesir "gomlu gubbarnir" at koyra Jákup Petur inn aftur. 
Omanfyri Norðadalsskarð megnaði Andrass at økja, og nú koyrdi allir solo móti málinum.
Jákup Petur vann sum sagt tryggan sigur, meðan Andrass Joensen vann sær eitt somuleiðis trygt annað pláss.

Úrslit, 88 km Landavegsúkkling

1. Jákup petur Eliasen, 2 tímar 46 minuttir og 23 sekund
2. Andrass Joensen, 2:52:47
3. Gunnar Dahl-Olsen, 2:54:29
4. Guðmundur Joensen, 3:06:44
5. Bogi Højgaard, 3:23:05

Næsta kapping hjá TSF verður 13. juni. Tá verður kappast í Einkultstarti í Suðuroynni. Eftirsum Føroya Triathlonfelag skipar fyri FM í 1/2 Ironman vikuna aftaná, ella á Jóansøku, so verður kappingin 13. juni møguliga broytt nakað. Men fylgi við á FB, Súkkling í Føroyum, hvussu og hvar kappast verður.