«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Dávur Magnussen gjørdi come back í ársins fyrstu súkklukapping. Eitt come back av teimum góðu. Heilt góðu.

Kappingarárið 2018 er nú byrjað. Tað byrjaði við einum braki, kann ein siga. Ferðin var rættiliga høg tá hugsað verður um, at veturin nóg væl er farin afturum, og at enn er langt til løtuna tá súkklarar skulu toppa.

- Meðalferðin hjá vinnaranum var omanfyri 35 km/t, og er hetta heilt gott tá hugsað verður um, at hetta er ársins fyrsta kapping, og at feltið var so litið sum tað var, segði Gunnar Dahl-Olsen við tsf.fo eftir kappingina.

Teinurin í dag gekk úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin, gjøgnum Kollafjørð, og víðari til Hósvík. Her bleiv vent, og so gekk leiðin sama veg aftur til Havnar. Komnir til Havnar skuldu tvey umfør koyrast inni í býnum. Teinurin millum rundkoyringarnar við R. C. Effersøesgøtu og Skansan skuldu koyrast tvær ferðir, altso 12 kilometrar. 

Tað var vinnarin sum setti seg fremst frá fyrsta bríksli. Og her sat Dávur allan teinin. Hinir royndu sum frægast at halda tørn. Tað gekk helt gott hjá teimum flestu. Men komnir aftur á Sund setti Dávur ferð á í brekkuni við Sundsverkið, og tá var tað bara Jan Hjaltalin, ið megnaði at halda tørn.

Dávur og Jan koyrdu undan, men komnir til Havnar fór Dávur frá Jan. Góðan minutt aftanfyri Dávur og Jan sótu Jákup Petur Eliasen og Gunnar Dahl-Olsen. Hesir arbeiddu saman og royndu tað teir vóru mentir at koyra útbrotið inn aftur. Teir ungu vóru stinnir, og hóast Dávur koyrdi frá Jan, so var eisini Jan sera væl koyrandi, og megnaði at økja um munin aftur til Jákup Petur og Gunnar. 

Eisini Dávur økti um munin aftur til Jan, og tá Dávur løtu seinni koyri um málstrikuna, var hálvur annar minuttu millum teir báðar.

Dávur hevur havt ein longri steðg eftir sera góða úrslitið hjá Dáva og føroyska súkklulandsliðnum á Oyggjaleikum í fjør summar. So hetta var eitt slag av einum come back hjá honum. Hann gavst í danska felagnum, og áhugin at súkkla var alt annað enni góður. Men hann saðlaði um í heyst, og valdi aftur hjólhestin. 

- Dávur byrjaði venjingina aftur seint í heyst, og hevur hann vant miðvíst síðan tá, og tað var stuttligt at síggja hvussu ótrúliga væl koyrandi hann var í dag. Tað sum Dávur megnaði í dag, megna fáir. Sjálvandi hava vit upplivað líkandi støðu sum hesa tá Torkil Veyhe hevur verið í Føroyum og kappast, men hetta var stuttligt - og óluksáliga hart - at uppliva. Hetta boðar frá góðum, segði Gunnar eftir kappingina, hendan góðveðursdag í mars.

Úrslit, 70 km landavegsúkkling:

1. Dávur Magnussen, 1 tíma 56 minuttir 4 sekund

2. Jan Hjaltalin Olsen, 1.57.31

3. Gunnar Dahl-Olsen, 2.00.14

4. Jákup Petur Eliasen, 2.01.21

5. Tóri Thorleifsson, 2.04.31