«2017»Í dag«Jul»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Torkil skrivaði søgu

Á in.fo kundu vit ígjár lesa, at tað hevur gingið væl hjá Torkil og nýggja felagið hjá honum, Team WeBike-CK Aarhus. Pætur Albinus skrivar:

"Tað hevur gingist væl hjá Torkili Veyhe, síðani hann í vetur skifti úr Odder CK til Team WeBike-CK Aarhus. Føroyski súkklarin, sum eisini gjørdi um seg á oyggjaleikunum síðsta summar, skrivaði fríggjadagin søgu við nýggja felagi sínum.

Tað var í kappingini Himmerland Rundt, at Torkil Veyhe vísti tenn og gjørdist nummar sjey út av teimum 198 súkklarunum. Góða úrslitið hevði við sær, at hann vann sær UCI-stig, og vóru hetta fyrstu UCI-stigini í søguni hjá Team WeBike-CK Aarhus.

Eisini í gjár luttók hann í UCI-kapping, hesaferð í Skive. Torkil var óheppin – hann punkteraði í einari avgerandi løtu og endaði tískil ikki ímillum teir fremstu."

Kappingarárið er júst byrjað. Ein góð byrjan hjá Torkil, og vit gleða okkum tí at fylgja við hvussu leikur fer næstu nógvu mánaðirnar.