
Portalurin skrivar í dag um súkkling, og um at Torkil skal luttaka í stórari altjóða kapping í Italia.
Føroya fremsti súkklari, Torkil Veyhe, skal nú veruliga royna seg sum professionellur súkklari. Sunnudagin skal hann fyri fyrstu ferð royna seg saman við nýggju liðfeløgum sínum á liðnum Team Virtu Cycling, sum luttekur í stórari altjóða kapping í Italia.
Kappingin eitur Trofeo Laigueglia, og verður kallað ein av italsku dagsklassikarunum. Talan er um súkklukapping á 1.HC støði, sum er støðið beint undir World Tour’in.
Lesi meira her:
http://portal.fo/torkil+til+stora+altjoda+kapping+i+italia.html