«2020»Í dag«Jul»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Takk fyri seinast

So mólu hjólini aftur. So byrjaðu kappingarnar aftur. 

Kanska hugsaði Dávur Magnussen "Takk fyri seinast", eftir sigurin ígjár. Seinast teir møttust vann Jákup Petur Eliasen á Dávur. Hetta var í ársins fyrstu kapping, 29. februar. 

Kappingarkalendarin boðaði frá, at vit skuldu niðan í fjøllini, at vit endaðu kappingina við Mýrarnar í Vestmanna.

Tá veðurtænasturnar boðaðu frá kava og kulda, so avgjørdi kappingarnevndin at gera broytingar í nú broytta kalendarinum. Og eftirsum "Segmentið hesa vikuna" var partur av tí sokallaða "Einkultstarts-klassikarinum" valdi nevndin, at kappast á júst hesum teini. Á tann hátt fingu vit "tvær flugur við eitt smekk". Tvær kappingar í einum.

Íkvøld fáa vit at vita hvør vann "Segmentið hesa vikuna", men í gjár vann Dávur Magnussen. Sigurin var sannførandi. Dávur vann við næstan hálvum triðja minutti. Nummar tvey gjørdist Jákup Petur Eliasen.

Tíðin hjá Dávur var 46 minuttir og 36 sekund. Tíðin hjá Jákup Petur var 48 minuttir og 59 sekund. Meðalferðin hjá Dávur var 37,3 km/t, ið er ein sera góð tíð tá hugsað verður um kuldan og kavan, og serliga tað, at Dávur koyrdi á einari vanligari kappsúkklu, uttan triboyla.

Ergriligt hjá Andrass Joensen, at hann punkteraði. Andrass er sera sterkur í hesari kappingargrein, og hevur hann fyrr givið ungu súkklarunum skarpan gang. 

Fyrr í ár var Andrass óheppin, tá hann datt á súkklu í hálkuni. Armurin brotnaði, og hevur hetta sjálvandi darva honum í sínari miðvísu venjing. Súkklan er nú klár aftur, og vónandi verður Andrass eisini klárur tá næsti Einkultstartur skal koyrast.

Nevndin í TSF ger nú broytingar í kappingarkalendarinum, og verður hesin skjótt at síggja her á heimasíðuni.

Hjálagt er úrslitið frá kappingini ígjár. Her sæst eisini samlaða støðan í GIANT Várkappingini 2020. Jákup Petur Eliasen vann ársins fyrstu kapping og Dávur ígjár. Báðir hava nú 12 stig, og ein kann tí siga, at spenningur er í toppinum. Ella meira passandi, at spenningur verður í toppinum. 

GIANT várkappingin 2020, samlaða úrslitið, eftir 2. umfa