«2019»Í dag«Nov»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Súsanna og Dávur vunnu Einkultstartin

Leygardagin bleiv 2. umfar av GIANT Várkappingini 2019 koyrt. Teinurin gekk úr Havn til Kaldbak og aftur til Havnar. Hesin teinurin hevur fingið navnið "Klassikarin". "Klassikarin" bleiv broyttur nakað, og vent bleiv eitt sindur longri uppi í brekkuni, við Inni á Fløtum. 

Ikki nógv longri, men skulu tíðirnar samanberast, so skal bæði veður og teinur verða eins. Teinurin, ið koyrdur bleiv leygardagin var 29,3 km langur. "Klassikarin" er 28,8 km langur.

Kvinnur og menn koyrdu sama tein.

Fitt av vindi var, og tað sást eisini á vinnaratíðini, sum lá tættari 50 minuttum, heldur enn 45 minuttum.

Hjá monnum gjørdist Dávur Magnussen vinnari, og hann koyrdi teinin uppá 48 minuttir og 18 sekund. Jákup Petur Eliasen var eins og Dávur vælkoyrandi, og hóast eitt hart fall á súkklu fyrr í vikuni, og tí ein túr á skaðastovuna at seymast, megnaði hann at gerast næstur, og kom á mál bert hálvanannan minutt aftaná vinnaran. Gunnar Dahl-Olsen gjørdist nummar trý.

Hjá kvinnum vann Súsanna Skylv, og hon koyrdi teinin uppá 1 tíma reint. Elsa Berg bleiv nummar tvey og hon brúkti 1 tíma og 6 minuttir um teinin.

Úrslit, kvinnur, 29,3 km Einkultstartur:

1. Súsanna Skylv, 1 tími 0 minuttir 0 sekund

2. Elsa Berg, 1.06.00


Úrslit, menn, 29,3 km Einkultstartur:

1. Dávur Magnussen, 48 minuttir 18 sekund

2. Jákup Petur Eliasen, 49.46

3. Gunnar Dahl-Olsen, 52.32

4. Jan Hjaltalin Olsen, 53.54

5. Kári Simonsen, 1.10.00


Komandi vikuskift skal føroyska súkklulandsliðið úttakast. Teir súkklarar, ið vilja tryggja sær eitt pláss á landsliðnum skulu kappast í trimum kappingum, tað er Býarkoyring, Einkultstartur og Landavegsúkkling.

Fríggjadagin verður kappast í Býarkoyring og leygardagin í Einkultstarti. Sunnumorgunin klokkan 8 verður kappast í Landavegsúkkling. Eftir kappingina sunnudagin verður so greitt hvør skal mynda landsliðið hjá kvinnum og monnum á Oyggjaleikum á Gibraltar í summar.

Einkultstarturin leygardagin samstundis triðja umfar av GIANT Várkappingini 2019. 

Í samlaðu støðuni av GIANT Várkappingini 2019 liggur Dávur á odda við 12 stigum. Gunnar liggur á øðrum plássi við 11 stigum, og Jákup Petur á triðja plássi við 9 stigum.

Hjá kvinnum hava Maria Svabo Hansen og Súsanna Skylv báðar 7 stig.