«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Súkklukappingar komandi vikuskifti

Vónandi eru tit tilreiðar til eitt hart og spennandi súkkluvikuskifti, tí tvær kappingar eru á skránni!

Legyardagin 10. juli verður kappast á fjallasúkklu. Kappast verður vesturin á Vatnsoyrum, og leiðing gongur frá Vatnsoyrum niðan móti Fjallavatni, har vent verður. Hesin teinur verður nakrar ferðir, og tilsamans verður koyrt umleið 25 til 30 km.
Hetta er triðju ferð vit kappast í H&G MTB Cup 2010. Hetta er kappingin, ið av røttum skuldi verða 1. mai!
Í skrivandi stund er tað Torkil Veyhe, ið liggur á odda við 12 stigum!
Kappingin byrjar kl. 12, og luttakarar skulu møta kl. 11.
Ábyrgd: Høgni Øster og Gunnar Dahl-Olsen

Sunnudagin 11. juli gongur leiðin til Suðuroy. Tá verður 3. kappingin av Etika Cup 2010 á skránni.
Vit fara av Havnini kl. 11.00.
Startur av Drelnesi kl. 13:00 og málið er við Effostøðini í Vági!
Vit sigla av Drelnesi kl. 17.30!
Kappingin er fyri unglingar og vaksin! Unglingar koyra ein styttri tein, meðan vaksin koyra SKF teinin, tvs. 77 km!

Í skrivandi stund er tað Torkil Veyhe, ið liggur á odda við fullum stigatali, nevniliga 14 stigum!
Ábyrgd: Sigmund Olsson