«2017»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Súkklukapping - Tórshavn OPEN

Sunnudagin verður kappast í landavegsúkkling. Kalendarin hjá TSF sigur at kapping er í Suðuroy leygardagin, men tá kalendarin bleiv lagdur høvdu vit gloymt alt um Heðin Brú og 150 ára føðingardagin hjá Tórshavnar Kommunu.

So ístaðin fyri eina Kring Føroyar etapu í Suðuroy, ja so verður kappast í høvuðsstaðnum. Eftirsum at nýggja brúgvin verður tikin í nýtslu leygardagin, ja so verður sjálvandi koyrt fleiri ferðir um nýggju brúnna um Sandá.
Kappingin byrjar kl. ...13, og allir súkklarar skulu møta uttanfyri hjá Wenzel í seinasta lagi kl. 12.30.
Koyrt verður uml. 75 km, og teinurin, og starturin, byrjar uttanfyri hjá Wezel á Akranesgøtu í Havn.
Teinur: Wenzel, millum Horna, Ringvegur, nýggja brúgvin, Hamarin, nýggja brúgvin, Velbastaðvegur, Landssjúkrahúsið, J. C. Svabosgøta, Sigmundargøta, Skálatrøð, Áarvegur, Havnargøta, Yviri við Strond, Ringvegurin, Wenzel. Opin bólkur koyrur teinin fimm ferðir og motionistar koyra trý umfør.
Vinarliga sigi frá á FB, Súkkling og Triathlon í FØ, um tit ynska at luttaka.