«2017»Í dag«Jul»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum

- Ítróttur fyri børn og ung. 

Í vár vera tvey skeið av hesum slag. Eitt verður 19. og 20. mars 2010 og eitt 26. og 27. mars 2010 - bæði í ÍSF-húsinum í Havn. Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin er tað frá kl. 9.00 til 17.00.

Evni: 
 - ítróttapædagogikkur 
- Ítróttaumhvørvi 
- Menning hjá børnum 
- Venjing 
- Trygd og ábyrgd 
- Etikkur og moralur 

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttaklæðum. Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað. 

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari uppá skeiðið. 

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti. 

Hvat fært tú burturúr: 
- Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt 
- Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi 
- Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. 

Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: 
Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Eisini er møguligt at sova. 

Tilmelding
Tilmelding er neyðug og seinasta freist at melda til fyrra skeiðið er mikudagin 10 mars 2010 og seinna skeiðið mikudagin 17 mars 2010 á ahl@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 282331. 

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.