«2017»Í dag«Apr»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Sjey mans bjóðaðu hvørjum øðrum av

Tað var heitt, tað var vindur, tað var langt, og tað var hart. Nakað soleiðis kann man siga um upplivilsið sunnudagin 11. septembur, tá kappast varð í FM í Landavegsúkkling.

Heili 12 hitastig vóru í Saksun. Undanvindur var norður gjøgnum Sundalagið, og mótivindur suður móti Havnini aftur. Opin bólkur skuldi niðan á Oyggjarvegin, meðan motionistar og unglingar skuldu gjøgnum Kaldbaksbergholið. Komnir til Havnar skuldu allir súkklarar koyra millum rundkoyringarnar við R. C. Effersøesgøtu, við Føroya Tele, og við Skansan.

Fýra mans stillaðu upp í Opna bólki, men tá avtornaði vóru tað bara Jan Hjaltalin Olsen og Gunnar Dahl-Olsen, ið vildu royna brekkurnar og vindin á Oyggjarvegnum. Til alla lukku var vindurin minkaður, og tí merktu hvørki Jan ella Gunnar nakað til nógva vindin, sum hevði herja fyrr um dagin.

Jan hevur ment seg nógv seinasta árið, og var tað tí hann sum setti tempoið niðan á Oyggjarvegin, niðan úr Kollfjarðadali.

- Eg føldi meg ikki væl í gjár, og tí mátti eg verða taktiskur og spara meg har eg kundi. Jan hevur ment seg nógv seinasta árið, og visti, at skuldi eg vinna á Jan, so mátti eg yvirraska hann, segði Gunnar eftir kappingina.

Á veg oman móti Mjørkadali gjørdi Gunnar enn eina roynd at sleppa undan Jan. Gunnar fekk hol, og tá hann var komin áraka Norðadalsskarð var munurin 40 sekund.

Gunnar økti og økti, og løtu seinni var munurin 90 sekund. Ein skuldi trúð, at nú var sigurin heima, men nei. Komnir oman av Oyggjarvegnum var langt frá liðugt. Hvørki so ella so. Áðrenn nakar av teimum kom á mál skuldu teir fyrst koyra tvey umfør eftir Eystara Ringvegi, eftir Strond, framvið málinum, niðan til rundkoyringina við Føroya Tele, niðan til rundkoyringina á R. C. Effersøesgøtu.

Var vindur á Oyggjarvegnum, so var enn meira vindur fram við Strond. Møðin hevði sett seg í beinini, og tí var tungt at fáa ferð á súkkluna.

Jan hevði nú funnið stevið aftur, og munurin millum Gunnar og Jan minkaði alsamt meir og meir. Gunnar møddist, og skjótt vóru bert 20 sekund millum teir báðar. Tá vent bleiv fyri seinastu ferð við Skansan vóru tað bert 10 sekund millum teir.

- Kann ikki minnast at eg havi verið so troyttur til eina súkklukapping. Formurin er sjálvandi ikki tað hann hevur verið, og allir dagar eru ikki eins. Hetta var ikki mín dagur. Orkan var uppi, men gjørdi eina seinastu roynd at økja, og frá Tórgarðsgøtu yvir á tyrlupallin megnaði eg at vinna mær enn nøkur sekund. Tann stutta brekkan niðan móti Hoyvíksvegnum føldist óendaliga long, men tá eg vendi mær áraka Hoyvíksvegin, og ikki fekk eyga á Jan, so var sloppið, segði ein troyttur Gunnar eftir kappingina.

Petur av Vollanum hevur vant nógv saman við Team Rynkeby seinstu árini. Tað gekk væl at koma til París fyrr í ár, men nú vildi Petur vita hvussu tað var at kappast á súkklu. Tað gekk væl, og tá avtornaði var tað hann, ið gjørist fyrstur. Petur vann á jarnmanninum úr Kollafirði, Jónálvur Johannesen. Nummar trý gjørdist ein gamal kenningur, Hilmar Hansen av Toftum, sum var ein av súkklarunum á fjallasúkklulandsliðnum á Jersey.

Við einum ótrúligum stíðsvilja, og við einum stórum smíli, gjøgnumførdi Evald Rasmussen teir gott 100 kilometrarnar úr Havn, til Saksun, og aftur til Havnar. Hóast í hvør sínum bólki, og hvør sínum aldursbólki, fylgdist og kappaðist Evald við unga vestmenningin, Tóri Thorleifsson. Meðan Evald nærkast seksti, so er Tóri bert 16 ár. Tað gekk ótrúliga væl hjá báðum at gjøgnumføra henda langa tein, men tá avtornaði átti Tóri munin, og kom á mál ein lítlan minutt áðrenn Evald.

Úrslit, Opin bólkur, 115 km:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 3 tímar 38 minuttir 58 sekund

2. Jan Hjaltalin Olsen, 3.39.10


Úrslit, motionistar, 100 km:

1. Petur av Vollanum, 3 tímar 17 minuttir 9 sekund

2. Jónálvur Johannsen, 3.19.20

3. Hilmar Hansen, 3.20.18

4. Tóri Thorleifsson, 3.39.57

5. Evald Rasmussen, 3.40.44

Tað verður aftur kappast um føroyska meistaraheitið komandi vikuskifti. Tá verður kappast í Býarkoyring. Tá verður teinurin ein heilt annar, og kappingin ein heilt onnur. Her verður kappast á einum stuttum teini. Ferðin kann verða høg, ferðin kann verða lítil. Eftir 50 minuttir ringir ein klokka, og so skulu súkklararnir út í tvey umfør aftrat. Hetta slagið av kapping er áskoðaravinarligt, hon er intens, hon kann verða rættiliga hørð, og hon er taktisk.

Kappingin byrjar klokkan 15 komandi leygardag, leygardagin 17. septembur, og startur og mál er við Bilasøluna Wenzel við Akranesgøtu í Havn. Allir luttakarar skulu møta í seinasta lagi kl. 14.30.