«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S
Savnsmynd. Á myndini sæst m.a. Bogi Kristiansen (miðjuni).

Seinasta av trimum FM kappingum var leygardagin

Leygardagin skipaði TSF so fyri seinastu kappingini í hesum kappingarárinum. Hetta var samstundis tann seinasta av trimum FM kappingum.

Fyrst bleiv kappast í Einkultstarti í Kaldbaksbotni, síðan í Landavegsúkkling frá Havn til Saksun og aftur til Havnar, og leygardagin bleiv so kappast í Býarsúkkling.

Teinurin leygardagin var á økinum runt um Tekniska Skúla í Havn. Startur og mál var við Wenzel á Akranesgøtu. Teinurin er umleið ein kilometur langur, og koyrt bleiv í 50 minuttir. So ringdi ein klokka, og so skuldu súkklararnir út á tvey "finalu" umfør.

Tað var nógvur vindur, men vegirnir turrur, og tað var umráðandi tá súkklarar komu við nógvari ferð frá Millum Horna oman móti Ringvegnum/Velbastaðvegnum.

Tíðliga royndi Gunnar Dahl-Olsen at koyra frá hinum súkklarunum. Ein og ein duttu av í mótvindinum niðan framvið málinum, og skjótt vóru tað bara Gunnar og Bogi Kristiansen, ið fylgdust.

Hesir "garvaðu" súkklarar, ið nú hava kappast saman, og móti hvørjum øðrum, í ein heilan mansaldur, royndu at økja frá hinum súkklarunum. Tað eydnaðist, men Jógvan Højgaard var knáur, og megnaði tí leingi at halda sama fráleika upp til Gunnar og Boga.

Tá dómarin Geyr Gilsteinsson floytaði fyri at 50 minuttir vóru farnir, og "finalan" byrjaði, gjørdi Gunnar enn eina roynd at sleppa avstað. Hetta eydnaðist, og Gunnar slapp undan Boga, og kundi løtu seinni koyra einsamallur um málstrikuna. Enn ein sigur til Gunnar, og hetta varð sostatt triði FM sigurin hjá Gunnari. Tann triði av trimum.

- Haldi at tað var ergriligt fyri kappingina, at Jan Hjaltalin Olsen hevði tekniskar trupulleikar við súkkluni. Hann gjøgnumførdi, men hann misti so nógva tíð tá ketan datt av, segði Gunnar eftir kappingina.

Jan hevur ment seg nógv seinasta árið, og spenningur var tí undan kappingini hvussu fór at gangast honum leygardagin. Vegna tað ketan datt av gjørdist fráleikin til teir fremstu størri og størri, og hann megnaði tí ikki at koyra hvørki Gunnar og Boga innaftur, eiheldur Jógvan Højgaard. Jan gjørdist tí fjórði maður um málstrikuna.

Tað fór at regna móti endanum av kappingini. Tók man svingini við nógvari ferð, var vandi fyri at man datt. Tað hendi fyri unga vestmenningin, Tóra Thorleifsson. Hann gleið á gonguteiginum niðan á gamla Veltastaðvegin, og vegna pínu kundi hann ikki halda áfram.

Úrslit, FM í Býarsúkkling:

1. Gunnar Dahl-Olsen

2. Bogi Kristiansen

3. Jógvan Højgaard

4. Jan Hjaltalin

5. Jónálvur Johannesen

6. Tóri Thorleifsson, DNF

Kappingarárið 2016 er nú liðugt, men um stutta tíð byrjar TSF fyrireikingarnar til næstu Oyggjaleikir, sum í komandi summar verða á Gotlandi.

Landsliðsvenjari skal finnast, og venjing og annað skal samskipast við sterku súkklarunum sum búleikast uttanfyri Føroyar, nemmiliga Torkil Veyhe og Dávur Magnussen.

Á landsliðnum er pláss fyri fimm monnum og kvinnum.