«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Mynd: DR
Okkara fremsti súkklari, Torkil Veyhe, luttekur í hesum døgum í stóru súkklukappingini PostNord Danmark Rundt 2017. Kappingin byrjaði týsdagin, og heldur fram til leygardagin, tá samlaði vinnarin verður funnin. “Finalan” verður í Århus.

Tað bleiv byrjað í Keypmannahavn, og so gekk leiðin til Fjóni í gjár. Veðrið argaði so mikið nógv, at eftir 100 km (av umleið 180 km) bleiv kappingin avlýst vegna veður.

Veðurguðarnir vóru heldur ikki so blíðir í dag, men blíðari enn ígjár. Tað regnaði illa, men tá seinastu kilometrarnir skuldu koyrast av kongaetapuni kagaði sólin fram.

Byrjað varð í Otterup, og málið var í Vejle, á brøttu brekkuni Kiddesvej. Brekkan er nakað styttri enn bratta brekkan niðan úr Norðadali, men hallið er líka stórt – góð 20 prosent.

"Ein av stórstu sigrum hjá mær"

Orðini eigur vinnarin av 3. etapu, Mads Pedersen. Avgerðin fall í brøttu brekkuni í Vejle, og Mads vann á sterkum súkklarum sum eitt nú Michael Valgren, sum koyrur á einum av sterkasta liðnum í heiminum, Astana. Valgren var undan kappingini tippaður sum favorittur at vinna dagsins etapu.

Stutt aftaná at Mads fór framvið mállinjuni, kom okkara absolut sterkasti súkklari, Torkil Veyhe,  á mál. Torkil gjørdist nummar 21 og kom á mál 39 sekund eftir vinnaran.

Teinurin var 189 km langur, og meðan vinnarin brúkti 4 tímar 28 minuttir og 15 sekund um teinin, so brúkti  Torkil 4 tímar 28 minuttir og 54 sekund.

Torkil koyrur á Team COLOQUICK, og á liði saman við Torkil koyra:

Martin Mortensen, Christian Moberg, Jesper Schultz, Mathias Krigbaum, Rasmus Wallin, Louis Bendixen og Anders Hardahl.

Samanlagt liggur Torkil á einum 18. plássi, og tað eru nú 51 sekund upp til framsta súkklaran sum í dag eitur Mads Pedersen, altso vinnarin av dagsins etapu.

Torkil er kapteinur á Team Coloquick, og tað er tí honum tað verður koyrt fyri á teirra liði. Torkil var væl við í dag, men var óheppin á seinasta umfari niðan gjøgnum Kiddesvej, tá bakhjólið bleiv defekt, og hann soleiðis misti fleiri tídningarmikil sekund.

- Eg føldi meg væl í dag, og sat við teimum fremstu til allar seinast, men so fekk eg defekt seinastu ferð nidan eftir Kiddesvej og misti tí eitt sindur av tið, segði Torkil eftir kappingina.

Mads liggur á odda, og hevur brúkt 8 tímar 35 minuttir og 57 sekund. Bert 9 sekund skilja nummar eitt og tvey, og á 2. plássi liggur Michael Valgren.

Í morgin verður ein 18 kilometur langur einkultstartur á skránni. Startur og mál verður í Randers.

- Eg liggi samanlangt á einum 18. plássi, og havi 20 sekund upp til nummar tíggju, ið er Dries Van Gestel. Vónandi koyri eg so mikið væl í morgin, at eg endi frammanfyri Van Gestel, tá vit skulu kappast í einkultstarti, sigur Torkil Veyhe við heimasíðuna hjá Tórshavnar súkklufelag, tsf.fo.

Hetta er ein stuttur einkultstartur, men hóast tað kann úrslitið á einkultstartinum hava stórar broytingar á hvør koyrur í bláu føraratroyggjuni tá “finalan” skal koyrast leygardagin. Tá skulu Torkil og hinir súkklararnir koyra 198 km - frá Ebeltoft til Århus.