«2019»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

OyL úttøkukappingarnar 2019, úrslit

OyL úttøkukappingarnar 2019

So eru tvær av trimum kappingum avgreiddar. Sól og summar í gjár, og hóast nakað av vindi, so kann ein siga, at veðrið var við okkum aftur í dag, ella rættari, ættin var góð tá vit koyrdu teinin frá Hotel Føroyar niðan á Sornfelli.

Teinurin var 16,2 km langur, og vit koyrdu heili 691 hæddarmetrar.

Úrslitið gjørdist at Dávur vann annan dagin á rað. Dávur brúkti 35 minuttir og 53 sekund um teir 16 kilometrarnar.
Hjá kvinnum vann Súsanna Skylv. Hon brúkti 43 minuttir og 42 sekund um teir 16 kilometrarnar, og 691 hæddarmetrarnar!

Úrslit, kvinnur, 16,2 km Einkultstartur:

1. Súsanna Skylv, 43 minuttir og 42
2. Elsa Berg, 49:40
3. Maria Svabo Hansen, 51:58

Úrslit, menn, 16,2 km Einkultstartur:

1. Dávur Magnussen, 35 minuttir og 53 sekund
2. Gunnar Dahl-Olsen, 39:38
3. Jákup Petur Eliasen, 40:32
4. Jan Hjaltalin Olsen, 43:16
5. Guðmundur Joensen, 43:54

Í morgin, sunnudagin 14. apríl, verður seinasta av trimum úttøkukappingum. Tá verður Landavegkapping á skránni. Koyrt verður frá Wenzel til Velbastað. Leiðin gongur síðan til Havnar aftur, yvir um brúnna, og so niðan til rundkoyringina við Skúlan á Argjahamri, og so aftur til Bilasøluna Wenzel. Hesin teinur skal koyrast tríggjar ferð.