
OyL úttøkukappingarnar 2019
Komandi vikuskifti verða úttøkukappingar á skránni, í samband við at eitt kvinnu- og eitt manslandslið skal úttakast.
Tað verða tríggjar kappingar, og verða allar koyrdar kring Havnina. Koyrt verður soleiðis:
Fríggjadagin 12. apríl: Býarkoyring. Startur og mál við Bilasøluna Wenzel. Kappingin byrjar kl. 19.15. Koyrt verður í 40 minuttir, og so eitt umfar.
Leygardagin 13. apríl: Einkultstartur. Startur verður frá Hotel Føroyum, og málið uppi á Sornfelli. Kappingin byrjar kl. 15, og her skal viðmerkjast, at tað IKKI er loyvt at koyra á TT súkklu.
Sunnudagin 14. apríl: Landavegsúkkling. Startur og mál verður hjá Bilasøluni Wenzel, og kappingin byrjar kl. 8.
Teinurin: Wenzel - Velbastað - Okkara - Millum Horna - Heðin Brú - Skúlin á Hamrinum - Heðin Brú - Wenzel. Hesin teinur skal koyrast 3 ferðir. Kvinnur koyra teinin tvær ferðir.
Eftir úttøkukappingina verður súkklufundur. Tað verður uml. kl. 10.
Tað verður morgunmatur. Tað verður tosað um kappingarárið, uttanlandaferð, venjingarlegu í Suðuroy og um venjingarnar í 2019. OG so verður landsliðini eisini kunngjørd.
Hvar vit møtast verður kunnað seinni.