«2019»Í dag«Aug»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

OyL úttøkukappingarnar 2019 - Hattrick til Dávur

Úttøkukappingar hava verið hetta vikuskiftið, og landsliðið hjá kvinnum og monnum er nú mannað. Dávur Magnussen koyrur - saman við Torkil Veyhe - í bestu deildini í Danmark, og hann var tí sjálvskrivaður til eitt pláss á landsliðnum. Tað er Torkil eisini. 

Torkil koyrur úti í stóru verð í hesum døgum, og hann kundi tí ikki luttaka. 

Aftur í dag vann Dávur, og hetta var triði sigurin á rað. Í einkultstartinum í gjár vann hann sannførandi, og í dag var tættari millum nummar eitt og tvey, og tað bleiv tí sprintað um sigurin. 

Eins og Dávur var Súsanna Skylv sannførandi, og eisini hon er nú úttikin at umboða Føroyar á komandi Oyggjaleikum, á Gibraltar í summar.

Í dag bleiv kappast í Landavegsúkkling og kappast bleiv inni í Havnini, og tá byrjað bleiv tíðliga í morgun, so lat hetta seg væl gera, tá ferðslan var millum lítil og ongin. 

Koyrt frá Bilasølan Wenzel, eftir Marknagilsvegnum, Norðoya Ringvegi, R. C. Effersøesgøtu, Staravegi, Hoyvíksvegi, og so eftir Yviri við Strond til Skansan, har vent bleiv. Leiðin gekk so sama veg aftur til Bilasøluna Wenzel, runt Tekniska Skúla (gamla) og so niðan á Hamarin, har vent bleiv við Skúlan á Argjahamri. Menn koyrdu teinin fýra ferð, og kvinnurnar tríggjar ferð.

Málið var við Bilasøluna Wenzel.

Dávur var sum sagt væl koyrandi, og eftir fáar kilometrar setti hann ferð á og slapp frá hinum súkklarunum. Øllum uttan Gunnar Dahl-Olsen, og hesir øktu aftur til hinar og fylgdust restina av kappingini, líka til sprinturin skuldi traðkast, og sum Dávur vann.

Jákup Petur Eliasen, Jan Hjaltalin Olsen og Guðmundur Joensen fylgdust eina løtu, men tá framvið KVF skuldi koyrast á øðrum sinni  misti Guðmundur.

Eisini Súsanna megnaði at leggja kappingarneytarnar afturum. Hon økti aftur til Mariu S. Hansen og Elsu Berg, og hon koyrdi løtu seinni einsamøll um málstrikuna.

Úrslit, kvinnur, 45 km Landavegsúkkling:

1. Súsanna Skylv, 1 tíma 49 minuttir 59 sekund

2. Maria Svabo Hansen, 1:55:55

3. Elsa Berg, 2:01:14


Úrslit, menn, 60 km Landavegsúkkling:

1. Dávur Magnussen, 2 tímar 22 minuttir og 50 sekund

2. Gunnar Dahl-Olsen, ST

3. Jan Hjaltalin Olsen, 2:30:00

4. Jákup Petur Eliasen, ST

5. Guðmundur Joensen, DNF


Kvinnulandsliðið bleiv "mannað" við hesum kvinnum:

Súsanna Skylv

Maria Svabo Hansen

Elsa Berg


Manningin á manslandsliðnum bleiv hendan:

Torkil Veyhe

Dávur Magnussen

Gunnar Dahl-Olsen

Jákup Petur Eliasen

Jan Hjaltalin Olsen