«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Oyggjarleikir, Einkultstartur og vetrakappingar

Tað stundar til Oyggjaleikir, sum í næsta summar verða á Gotlandi. Sersambandið fyri súkkling og triathlon, SST, verður væl umboðað, tí allar ítróttargreinar undir sersambandinum – súkkling, fjallasúkkling og triathlon – verða umboðaðar á komandi leikunum.

Í hesum sambandi fer Tórshavnar Súkklufelag at skipa fyri fimm kappingum í vetur – fimm Einkultsstartskappingum. - Onkur fer ivaleyst at spyrja hví einkultstarskappingar. Orsøkin er tann, at Einkultstartskappingar eru við til at styrkja og menna bæði fjallasúkklarar, súkklarar og triathletar. Fysiskt og mentalt. Ongin ivi er í, at er ein sterkur í Einkultstarti, so stendur ein seg væl í hesum greinum, sigur Gunnar Dahl-Olsen, ið er nevndarlimur í Tórshavnar Súkklufelag. Kappingarárið hjá TSF er liðugt, men við hesum “vetrakappingum” er møguleiki at halda formin viðlíka gjøgnum veturin. Talan er um fimm Einkultstartskappingar, og fýra kappingar telja við, tá samlaði vinnarin skal finnast. - Fimm kappingar verða fyriskipaðar sum ein KUP-kapping, og fýra av teimum fimm kappingum telja við tá samlaði vinnarin skal finnast. Tvs. at hevur ein luttakari ætlanir um at vinna samanlagt, so skal hann í minsta lagi luttaka í fýra kappingum, sigur Gunnar við heimasíðuna hjá TSF, www.tsf.fo.
Kappingarnar verða ymsar í longd og í profili. Onkur kapping verður stutt, og onkur kapping hevur nógvar hæddarmetrar. Tann stytsta kapping verður 12 km og tann longsta 45 km. Tað kostar kr. 300 at luttaka, og vinnarar í teimum ymsu bólkunum fáa gávukort frá Súkkluverkstaðnum hjá Gunnari. Vinnarin fær kr. 500, nr. 2 fær kr. 300 og nr. 3 fær 200. Kappast verður í bólkunum unglingar, motionistar og í Opnum bólki. Kappingarnar eru fyri bæði kvinnur og menn, og fyrireikararnir vóna umframt at síggja øll tey sum ætla at vinna sær eitt pláss á teimum trimum landsliðunum, eisini at síggja tey, ið nú fyrireika seg til langa teinin til París komandi summar. - Vit eru greiðir yvir, at veðrið kann arga hesa ársins tíð. Tí skipa vit kappingina soleiðis, at allar fimm kappingar skulu koyrast leygardagar. Viðrar ikki, so verður koyrt sunnudagar, og arga veðurguðarnir aftur tá, so verður kappingin flutt til fylgjandi leygardag, siga fyrireikararnir við www.tsf.fo.
Fyrsta kapping verður leygardagin 22. oktobur kl. 15, og tá verður kappast í Kaldbaksbotni, har FM bleiv fyriskipað fyrr í ár. Tá bleiv koyrdur ein teinur sum er átta kilometur langur. Teinurin skuldi koyrast tríggjar ferðir. Soleiðis verður eisini 22. oktobur kl. 15.

Stigatalvan verður soleiðis:

Nr. 1 fær 7 stig
Nr. 2 fær 5 stig
Nr. 3 fær 4 stig
Nr. 4 fær 3 stig
Nr. 5 fær 2 stig
Nr. 6 fær 1 stig

Nr. 7, 8, 9, ... fáa 1 stig

Samlað yvirlit yvir kappingarnar verður at lesa undir Kappingar 2016.