
Nýggjárs duatlon 2011
Hoyvík 21.12-11
Tíðindaskriv
Seinastu 11 árini hevur Føroya
Triathlon Felag skipa fyri einum nýggjársduathlon á Rossagøtunum, har kappast
hevur verið í renning, súkkling, renning. Onkuntíð hava nakrir fjallasúkklarar
verið við, og í fjørð var so eisini ein rennari í hópinum. Onkur helt, at vert
hevði verið at roynt eina stóra kapping fyri øllum rørsluáhugaðum. Men til tað,
eru gøturnar ov smalar, tí skipar Føroya Triathlon Felag nýggjársaftan kl 10.00
fyri stórkapping á Rossagøtunum. Í ár
ber aftur til at velja 3 greinar:
1. Renning 6 km- fjallasúkkling 18 km- renning
2 km
2. Fjallasúkkling 30 km
3. Renning 12 km
Greinarnar eru so aftur býttar
upp í bólkarnar ungdóm, elitu og motión.
Hetta er fyrstu ferð, at
kappingin er løgd til rættis, so øll, ið halda seg hava brúk fyri einum túri í
Guðs fríu náttúru, sleppa at íðka saman.
Øll byrja í senn. Tey, ið renna,
fara av ríðingabreytina suðuryvir, og renna við sólini. Súkklararnir fara av
ríðingabreytina vesturyvir, og súkkla móti sólini.
Av trygdaráðum verða gøturnar
stongdar fyri aðrari ferðslu meðan kappast verður, og standa vaktarfólk við
gøturnar at hjálpa, um onkur villist inn á kappingarleiðina.
Møtt verður við Hotel
Føroyar/Kerjalon
Vinarliga
Evald Rasmussen 583273 & Gunnar Dahl
Olsen 211287