MTB kapping í Hoydølum
Ein fjallasúkklukapping var nú leygardagin í tí fagrasta veðrinum á økinum kring Studentaskúlanum. Hetta er eitt øki, sum er vælegna til slíkar kappingar, og so hugnaligt at súkkla á. Og er viðarlundin eitt tað nærmasta ein kemur skóg-vøkstur í Føroyum. Ein tøkk fer til Skógrøkt Landsins og Tórshavnar kommunu, fyri at vit eisini sleppa at nýta fríøkini til tílik endamál.
Men aftur til kappingina.
Av tí at fleiri av okkara bestu súkklarum eru á venjingarlegu uttanlanda, var greitt áðrenn, at tað nokk ikki fór at vera tað heilt stóra av luttakarum, men at teir sum komu, fóru nokk at vera meira javnir. Og tað vísti seg at vera so.
Tað vóru 6 luttakarar, sum vildu njóta tann góða dagin á sínum hjólhesti, og súkkla 8 umgangir, sum tilsamans gav 34km. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tað er eitt sindur strævið, tá tað alla tíðina skal súkklast niðanbrekkur og omanbrekkurnar eru skjótt afturumlagdar. Ein túrur úr Havn til Kaldbak og aftur, sum er uml. 30km, er rein hygga, um tað eisini verður súkkla uppá 2 tímar.
Tað var sera javnt millum nr. eitt og tvey, sum vóru Høgni R. Øster og Kári Simonsen. Teir fylgdust tað mesta av teininum, og ongantíð var tað meir enn 30sekund millum teir, og eisini skiftust teir um at vera á odda. Og teir kundu ikki taka tað róligt, tí Matti Brøndsted, sum lá nr. trý, var ongantíð so langt vekk. Ein punktering, ella bara at ketan hoppaði av, kundi broytt tað heila.
Men tað endaði við at Høgni vann dystin við Kára, og kom á mál 11 sekund fyrr enn Kári. Matti gjørdist nr. trý. Eli Christiansen og Heini Harryson lógu eisini og kappaðust, men var Eli allatíðina eitt petti frammanfyri, og gjørist hann tí nr. fýra.
Endaliga úrslitið gjørdist hetta
Nr. | Navn | Tíð |
1 | Høgni Rúnason Øster | 2.00.23 |
2 | Kári Simonsen | 2.00.34 |
3 | Matti Brøndsted | 2.03.55 |
4 | Eli Christiansen | 2.21.20 |
5 | Heini Harryson | 2.25.35 |
6 | Mikkel Hougaard | DNF |
Vinaliga Heilsan
Tórshavnar Súkklufelag.