«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

MTB kapping í Hoydølum

 Komandi leygardag verður aftur kappast í fjallasúkking. Kappingin er fyri unglingar og vaksin.


Tíðindaskriv:
Leygardagin kl. 14 verður kappast í fjallasúkkling, og tað er vakra økið kring Føroya Studentaskúla, ið verður karmur um kappingina.
Meðan tey vaksnu koyra 40 km, so skulu unglingar koyra 20 km.
Teinurin verður á gøtunum yvir móti Boðanesi og í gøtunum inni í viðarlundini.
Startur og mál verður við fimleikahøllina hjá Føroya Studentaskúla. Allir luttakarar skulu møta kl. 13.

Vinarliga vegna Tórshavnar Súkklufelag
Gunnar Dahl-Olsen