«2021»Í dag«Des»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
Tony Martin var heimsmeistari í einkultstarti í 2011.

Ársins fyrsta kappsúkklukapping verður sunnudagin 4. mars!
 
Tá verður kappast í 30 km einkultstarti. Startur og mál verður við Plantusøluna við Hvítanesvegin í Havn. Leiðin gongur til Kaldbak, har vent verður, og so gongur leiðin aftur til Havnar aftur!
 
Hetta er ein teinur, ið javnan verður koyrdur, og fleiri ferðir fyrr hevur hesin teinur verið brúktur til føroyameistarakappingina í einkultstarti.
 
Rógvi Johansen hevur verið stinnastur í einkultstarti, og eigur hann føroyska metið. Men aðrir hava eisini koyrt hendan tein rættiliga skjótt. Besta tíðin er umleið 42 minuttir, men so tíðliga á árinum, nú kappingarárið so smátt er byrjað, kann ikki roknast við nøkrum nýggjum føroyskum meti. Men ongin veit, kanska verður tað sunnudagin, at metið verður tikið?
 
Fyrr í ár varð kappast í Duathlon, har luttakararnir súkklaðu og runnu. Tá gjørdist Guðmundur Joensen vinnari. Guðmundur venur rættiliga málrættað, og allarhelst verður tað hann, ið strúkur avstað við sigrinum.
Jóanis Albert Nielsen úr Sandavági hevur ætlanir um eitt pláss á landsliðnum, og eisini hann venur miðvíst. Hesin ungi súkklarin hevur júst ognað sær eina nýggja súkklu, og møguleiki er tí fyri einum góðum úrsliti hjá honum!
 
Kappingin sunnudagin byrjar kl. 13.15. Luttarar skulu møta kl. 12.30.
 
Tey, ið ynskja at luttaka kunnu tilmelda seg við at ringja til antin Evald Rasmussen ella Kjartan Egholm.
 
Evald: 583273
 
Kjartan: 236347
 
Vinarliga vegna Tórshavnar Súkklufelag
 
Gunnar Dahl-Olsen