«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Kring Føroyar 2018 - soleiðis verður koyrt í ár

Aftur í ár verður Kring Føroyar á skránni. Kring Føroyar súkklukappingin er samansett av fimm teinum, og í ár verður kappast í døgunum frá 18. til 22. juli. 

Teinarnir verða koyrdir um næstan alt landið. Frá Vágunum til Norðoyggjar, frá Eiðisskarð í norði og Sumba í suður. Teinarnir eru allir á leið 100 km hvør fyri tey, ið súkkla í Opnå bólkinum, tað vil siga góðar 500 km tilsamans. Kvinnur, unglingar og motionistar koyra eisini í fimm dagar, men koyra nakað styttri, umleið 250 km tilsamans.

Koyrt verður soleiðis:

Dagur 1, Vágar – Borðoy

Mikudagur 18. juli kl. 12.00. Kappingin endar kl. 16.


Kvinnur, unglingar og motionistar:

Startur: Effostøðin í Kollafjarðadali

Mál: Klaksvík

Teinur: Kollafjarðadalur - Kollaførð – Hósvík – Norðskála – Norðskálatunnilin – Skálabotn – Undir Gøtueiði – Gøta – Leirvík – undirsjóvartunnilin – Klaksvík.

Finaluumfør í Klaksvík. Gerðagøta - Biskupstøðgøta – Skúlavegur. 

PS. Hetta verður broytt - Klaksvíkar Kommuna hevur boðað frá, at hesin teinur IKKI er møguligur at koyra í løtuni.


Opin bólkur:

Startur: Gásadal

Mál: Klaksvík

Teinur: Gásadal – Sørvág – Miðvág – Sandavág – undirsjóvartunnilin – Kollaførð – Hósvík – Norðskála – Norðskálatunnilin – Skálabotn – Undir Gøtueiði – Gøta – Leirvík – undirsjóvartunnilin – Klaksvík.


Finaluumfør í Klaksvík. Gerðagøta - Biskupstøðgøta – Skúlavegur.

PS. Hetta verður broytt - Klaksvíkar Kommuna hevur boðað frá, at hesin teinur IKKI er møguligur at koyra í løtuni. 


Dagur 2, Sandoy

Hósdagur 19. juli kl. 12.00. Kappingin endar kl. 16. 

Startur og mál: Hotel Skálavík


Kvinnur, unglingar og motionistar:

Teinur: Skálavík – Skopun – Húsavík – Dalur - Húsavík - Skálavík

Opin bólkur:

Teinur: Skálavík – Skopun – Húsavík – Dalur - Húsavík - Skálavík

Opin bólkur koyrur teinin tvær ferðir, tvs. 100 km. Motionistar & Co koyra teinin eina ferð, tvs. 50 km


Dagur 3, Suðuroy

Fríggjadagur 20. juli kl. 15.30. Kappingin endar kl. 19.30.

Startur og mál: Effostøðin á Tvøroyri.


Motionistar, kvinnur og unglingar:

Tvøroyri – Hovstunnilin – Lopra – Hovstunnilin – Tvøroyri.

Finaluumfar á Tvøroyri: Tá vit koma til Tvøroyri koyra vit soleiðis:

Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta – Traðarvegur – Hvammavegur – Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta.


Opin bólkur:

Teinur: Tvøroyri – Fámjin – Hovsegg – Hov – Porkeri - Vágur – Lopra – Sumba – Lopra – Vágur – Porkeri – Hovsegg – Tvøroyri. 

Finaluumfar á Tvøroyri: Tá vit koma til Tvøroyri koyra vit soleiðis:

Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta – Traðarvegur – Hvammavegur – Ósavegur – á Brekkunum – Sjógøta.


Dagur 4, Eysturoy

Leygardagur 21. juli kl. 13.00. Kappingin endar kl. 17. 

Startur og mál: Runavík


Motionistar, kvinnur og unglingar:

Teinur: Runavík – Hellurnar – Funninigsbotn - Elduvík – Funningsbotn - Funning – Funningsbotn – Runavík.


Opin bólkur:

Teinur: Runavík – Hellurnar – Elduvík – Funning - Eiðisskarð – Eiði - Ljósáir – Norðskálatunnilin – Skálabotn – Runavík.


Dagur 5, Streymoy

Sunnudagur 22. juli kl. 13.00. Kappingin endar til 17.

Startur: Vaglið

Mál: Hotel Føroyar


Motionistar, kvinnur og unglingar:

Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Kollafjørð – Hósvík – Hvalvík – Hósvík – Kollafjørð – Kaldbaksbotnur – Tórshavn - Vegurin Langi - Sundsvegur - Ringvegur - Hotel Føroyar.


Opin bólkur:

Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Kollafjørð – Hósvík – Hvalvík – Saksun – Hvalvík - Hósvík – Kollafjørð – Kaldbaksbotnur – Tórshavn - Vegurin Langi - Sundsvegur - Ringvegur - Hotel Føroyar.