«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Sum áður kunnað, hevur nevndin í TSF samtykt at skipa fyri Kring Føroyar súkklukappingini aftur í ár. Men tað er sjálvandi treytað av, at luttøkutalið verður nøktandi.

Sambært kappingarkalendarinum hjá TSF verður Kring Føroyar 2017 í døgunum frá 19. til 23. juli.

Um TÚ ynskir at tilmelda teg til Kring Føroyar 2017, so skal tú flyta kr. 750 á konto 9181 1244452 (Betri Banki). Tað skal gerast innan hósdagin 1. juni 2017.

Kappingin verður frá mikudegnum 19. til sunnudagin 23. juli.

Teinar og tíðir verður kunnað seinni.