«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Konubrot og víkingar

So var 4. av fimm kappingum í Giant Várkappingini 2020 avgreitt. Veðurguðarnir vóru farnir í verkfall, og fleiri av súkklarunum havi ongantíð koyrt í so nógvum vindi áður. 
Ein kvinna bjóðaði sær sjálvum og øllum monnunum av. 
Rigmor Rasmussen er fyri kortum byrjað at súkklað. Fleiri av "víkingunum" hugsaði kanska, at kappingin bleiv avlýst vegna nógva vindin og regnið, men tá teir sóu at Rigmor Rasmussen við góðum teysti legði til brots, so spurdi ongin dómara duo´ina, Geyr Gilsteinsson og Jóhan Jacobsen, um kappingin bleiv útsett.

Kappast bleiv á teininum Kaldbaksbotn og Kaldbak. Eitt umfar er 8 km, og kvinnur, motionistar og Opin Bólkur, koyrdu trý umfør, tvs. 24 kilometrar.
Dávur Magnussen vann kappingina í dag.
Sum sagt, so var nógvur vindur. Hóast verðrið, og tað at Dávur Magnussen kappaðist á einari vanligari kappsúkklu, og uttan boyla, so tangeraði Dávur til eina ferð sum var 40 km/t í meðal. Meðalferðin hjá Dávur var 39,63 km/t, sum er eitt sera gott avrik. 
Eins flott var avrikið hjá Jákup Petur Eliasen, sum í dag vann silvur.
- Havi ongantíð kappast í so nógvum vindi. Hevði latið meg væl í, meðan eg hitaði upp. Veðrið var illsligt, og tí fór eg ongantíð úr jakka og regnjakka. Yvirklæðini tóku vind á seg, og tað darvaði  eitt sindur. Vegna ringa veðrið valdi eg at koyra í nógvu klæðunum, segði Jákup Petur eftir kappingina. 
Eins og fleiri av kappingarneytunum var Jákup Petur bilsin av einari so góðari uppmøting. 

Eins og Dávur koyrdi Rigmor á kappsúkklu og uttan TRI boyla. Umframt at súkklan hjá Rigmor vigar tríggjar ferð vektina á einari vanligari kappsúkklu, so er súkklan hjá Rigmor ov stór. Tað er sjálvandi ikki optimalt, og nettup tí er avrikið hjá Rigmor enn meira fantastiskt. 

Vónandi verður veðrið betur í komandi viku, tí hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í komandi viku verður kappast um føroyska meistaraheitið í Landavegsúkkling. Hósdagin 24. septemur verður kappast um FM heitið í Býarsúkkling, og fríggjadagin í Einkultstarti. Einkultstarturin verður koyrdur í Sundalagnum - teinurin er Hvalvík, Saksun, Hvalvík. 
Leygardagin er tað Landavegsúkkling. Byrjað verður í Havn. Koyrt verður norður gjøgnum Sundalagið, og málið er Eiðisskarð. 
Enn ber til at tilmelda seg FM 2020, og tað skal gerast á www.sst.fo. 

Úrslit, kvinnur, 24 km Einkultstart:
1. Rigmor Rasmussen, 51 minuttir og 14 sekund

Úrslit, menn, 24 km Einkultstart:
1. Dávur Magnussen, 36 minuttir og 20 sekund
2. Jákup Petur Eliasen, 37,41
3. Gunnar Dahl-Olsen, 38,48
4. Andrass Joensen, 39,09
5. Jan Hjaltalin Olsen, 42,10
6. Peter Jensen, 42,35
7. Eyðun Jacobsen, 47,54
8. Casper Rosen, 48,48