«2023»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Kappingarkalendarin fyri 2022 - súkkling og triathlon

So var hann her - kappingarkalendarin fyri 2022. Vit hava í ár samlað allar kappingar í einum og sama kalendara. FM kappingarnar í MTB, triathlon og VEG súkkling eru í kalendarinum, og tað eru aðrar TRI og VEG kappingar eisini. Eisini barnakappingar. Vónandi verður undirtøkan góð hjá børnum, og vónandi fáa vit skipað fyri fleiri enn tveimum barnakappingum. Um ikki í ár, so næsta ár. Livst so spyrst. 

GIANT Várkappingin hevur fingið nýtt navn. Hon eitur í ár GIANT TT kappingin 2022 eftirsum tær fimm kappingarnar verða deildar út yvir alt kappingarárið 2022. Tann fyrsta verður í februar og tann fimta, og seinasta, í septembur.  

Flestu VEG kappingarnar eru sokallaðar C kappingar. Hetta merkir at tað verður ein ella tveir dómarar, og tað er tað. Møguliga verður kaffi á málinum eftir kappingina. Ongin løgregla, ongir vaktir, onki hornorkestur og ongin DJ. Bara dómarar og stoppur. 
Allar FM kappingarnar eru A kappingar, og tá eru aðrar reglur galdandi. Trygdin skal verða í lagi, og fleiri vaktir skulu verða á rutuni - fyri at hjálpa í ferðsluni og evt. vísa veg. 
LM Kring Føroyar er somuleiðis ein A kapping. 
Fyrsta kapping verður um ein lítlan mánað. Tá verður kappast í Duathlon, og kappingin verður í Tórshavn.

Gott nyggjár, og gott kappingarár