«2019»Í dag«Sep»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Kappingarkalendarin 2019

So hevur nevndin "snikkað og smíðjað". Kalendarin fyri kappingarárið 2019 er nú loksins klárur.


Árið í ár er eitt sokallað "Oyggjaleikaár". Tað setur sjálvandi sín dám á kalendarin. tað verða úttøkukappingar í apríl mánað. Alt snýr seg tó ikki um Oyggjaleikir. Kring Føroyar verður aftur komandi ár, men er flutt nakað vegna leikirnar.

Fyrsta kappingin verður ein einkultstartskapping. Hendan kapping er ein av 5 einkultstartskapping av GIANT Várkappingini 2019. Fimm kappingar, har TVÆR kappingar skulu koyrast á einari vanligar kappsúkklu.

Ein spennandi motiónstúrur er eisini á skrá. Um nóg stór undirtøka er fyri at súkkla stóru og flottu fjøllini í Italia, nevniliga Granfondo Stelvio, so skipar TSF fyri einum túri 2. juni í ár.

Kappingarkalendarin síggja tit á blaðnum "Kappingar 2019".