«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Kappingar 2017

TSF hevur nú í eina tíð arbeitt við at gera kappingarkalendaran fyri 2017 kláran. Vit eru nú komin á mál.

Vit endaðu árið í fjør við fimm einkultstartskappingum. Ein kann siga, at tað gjørdist eitt sera væleydnað tiltak, og tað tykist sum menn (og kvinnur) hava fingið okkurt at hugsa um síðan "finalan" bleiv súkklað, 17. desembur.

TSF hevur tú avgjørt at endurtaka succes´ina og, eins og í fjør, at skipa fyri fimm einkultstartskappingum, sum eru skipaðar á sama hátt sum Vetrakappingin 2016.

Leisturin verður tann sami, og skal man gera sær vónir um at vinna samanlagt, so skal ein luttaka í fýra av fimm kappingum.

Hendan kappingin hevur fingið navnið GIANT Várkappingin 2017, og eins og í fjør kostar tað kr. 300 at luttaka í hesum fimm kappingum. Vinnarin fær sjey stig, nummar tvey fær fimm stig o.s.fr. 

Kappast verður í hesum bólkum:

  • Unglingar
  • Motionistar
  • Opin bólkur

Fyrsta kappingin í Giant Várkappingin 2017 verður leygardagin 4. mars, tá kappast verður í Kaldbaksbotni. Vinnararnir í teimum ymisku bólkunum fáa gávukort frá Súkkluverkstaðnum hjá Gunnari. 

Kappingarkalendarin fyri 2017.xls