«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S
Sandoyggin var karmur um kappingina leygardagin 12. mai tá kappast varð í Landavegsúkkling. Tað var sól og bláður himmal tá oyggin bleiv koyrt úr enda í annan, og umaftur.
Tað bleiv lagt hart út, og ferðin fór upp beint sum komið var til fyrstu brekkuna, Brekkan Stóra. Og ferðin var høg líka til kvinnur og menn troyttaðust.
Byrjað var í Sands bygd, og leiðin gekk so til Dals. Síðan gekk leiðin úr Dali til Skálavík. Úr Skálavík bleiv súkklað til Skopun, og frá Skopun gekk leiðin aftur til Sands, har málið var við Effostøðina. Hesin teinur er umleið 50 kilometrar.
Súkklarar kundu velja antin at koyra teinin einaferð, ella tvær ferð.
Jan Hjaltalin Olsen, Kjartan Egholm, Jákup Petur Eliasen og Gunnar Dahl-Olsen valdu longra teinin, men Elsa Berg, Tóri Thorleifsson og Steinfinnur Mittelsten valdu at koyra teinin eina ferð.
Tað var javnt millum teir, ið valdu at koyra longra teinin. Jan, Kjartan, Jákup Petur og Gunnar fylgdust megin partin av fyrsta umfari. Teir fylgdust líka til tá leiðin eftir Heimasandsvegnum, ávegis til Skopun.

Tað bleiv koyrt hart í brekkuni, og nú slitnaði millum teir fýra. Jan og Gunnar koyrdu undan, og Kjartan og Jákup Petur royndu at minka um munin. 
Komnir til Dals á øðrum sinni setti Jan ferðina upp, og hann megnaði at fáa eitt hol aftur til Gunnar. Í Húsavík hevði Gunnar fingið Jan aftur, og so hildu hesir leiðina fram saman. Men kreftirnar hjá Gunnar vóru um at ganga undan, og Jan kundi tí koyra solo úr Skálavík, til Skopun og so á mál. Jan vann sostatt ein tryggan sigur, tá hann vann við góðum sjey minuttum.
- Ein fantastiskur teinur, men tann, ið sigur at ongar brekkur eru á Sandoynni, hann sigur ósætt, segði ein smílandi, vælnøgdur og troyttur Jan H. Olsen eftir kappingina.
Hóast flatasta oyggj í Føroyum, so koyrdu teir súkklarar, sum koyrdu teinin tvær ferð, umleið 1800 hæddarmetrar.
Júst hendan tein skulu kvinnur og menn kappast á, tá Kring Føroyar súkklukappingin fer av bakkastokki seinni í ár. Gongst sum ætlað verður Kring Føroyar í døgunum frá 18. til 22. juli, og hósdagin 19. juli verður kappast á Sandoynni.


Úrslit, Opin bólkur, menn, 100 km Landavegsúkkling:

1. Jan Hjaltalin Olsen, 3 tímar 27 minuttir 45 sekund
2. Gunnar Dahl-Olsen, 3.35.00
3. Jákup Petur Eliasen, 3.37.38
4. Kjartan Egholm, 3.37.39

Úrslit, Opin bólkur, kvinnur, 50 km Landavegsúkkling:

1. Elsa Berg, 2 tímar 11 minuttir 9 sekund

Úrslit, Unglingar, 50 km Landavegsúkkling:

1. Tóri Thorleifsson, 2 tímar 7 minuttir 5 sekund

Úrslit, Motionistar, 50 km Landavegsúkkling:

1. Steinfinnur Mittelstein, 2 tímar 25 minuttir 9 sekund