«2022»Í dag«Jul»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Jákup Petur vann LM Kring Føroyar 2022

Fimta og seinasta etapan av LM Kring Føroyar bleiv koyrd í gjár, og tá var tað Streymoyggin, ið var karmur um kappingina.

Vegna nógvan vind bleiv teinurin broyttur beint áðrenn start. Eftir ætlan skuldu súkklarar eftir Oyggjarvegnum, tá leiðin gekk aftur til Havnar. Hetta bleiv broytt vegna rættiliga nógvan vind á Norðadalsskarð. 

Koyrt bleiv gjøgnum Kaldbakstunnilin á veg norður, og aftur gjøgnum bergholið á veg suður gjøgnum Sundalagið.

Startur og mál var við Leif Mohr, við Hoyvíksvegin í Havn. Koyrt var tí úr Havn, til Hvalvík. Her bleiv vent, og síðan sama tein aftur til Havnar. Komnir til Havnar skuldu súkklarar koyra finalu umfør uppi á Hálsi, eftir Hoyvíksvegnum, eftir Smyrilsvegi, Staravegnum og so aftur á Hoyvíksvegin. Málið var við innkoyringina til Leif Mohr.

Undan kappingini bleiv gitt hvør fór at gerast samlaður vinnari. Jákup Petur Eliasen bleiv sjálvandi nevndur, og Hilmar Hansen eisini. Men ein skaði og krím hevði darvað fyrireikingunum hjá Jákup Petur, og fór tað sjálvandi at ávirka úrslitið, hildu súkklarar. Og Jákup Petur sjálvur. Onnur nøvn blivu nevnd. Harímillum Casper Rosen, Bogi Gregersen og ágrýtni, og ungi, Niklas H. Niclassen. Onkur nevndi Gunnar Dahl-Olsen, men eins og Jákup Petur, var Gunnar raktur av krími og hostaði sum ein, ið hevði roykt í ein heilan mansaldur.


Toppaði

Men Jákup Petur var í toppform. Tað var Hilmar Hansen eisini, og tí vóru tað teir báðir í settu dagsordanina. Ikki bara seinasta dagin, men allar fimm etapurnar. Teir koyrdu undan øllum hinum, og teir bjóðaðu eisini hvør øðrum av, og royndu alt teir kundu at koyra frá hvørjum øðrum, og júst tað gjørdi kappingina góða og spennandi.

Hóast í toppform, so var Jákup Petur sjálvur spentur uppá úrslitið av 5. etapu. Ein dani hevði meldað seg til Streymoyaretapuna, og hesin var ikki hvør sum helst. Hóast hann ikki er ungur longur, so hevur Henrik Albæk súkklað sum professionellur súkklari, og hevur hann vunnið á so mætum súkklarum sum Richard Virenque, ið er tann franski súkklarin sum hevur vunnið fjallatroyggjuna oftast í Tour de France. Ein stuttlig søga, og tað sást, at hesin garvaði súkklari sat væl á súkkluni, og hevði lætt við at flyta seg runt í feltinum, í nógva vindinum sum var í gjár. 

Óhapp kunnu raka øll, eisini tann besta. Henrik fekk tekniskar trupulleikar stutt áðrenn hann kom aftur til Havnar, og hann mátti tí síggja Jákup Petur, Hilmar og Gunnar fara undan, og um málstrikuna minuttir frammanfyri seg.


Sannførandi samlaður vinnari

Hóast nógvar og góðar duellir, so vann Jákup Petur LM Kring Føroyar sannførandi. Onkran dagin bleiv spurtað um sigurin, men í Vágunum, á Viðoynni og á Streymoynni megnaði Jákup Petur at koyra frá Hilmari væl áðrenn málstrikan var í eygsjón, og hevði hetta við sær, at minuttur og minuttir blivu lagdir omaná í samlaðu støðuni, og tá avtornaði vóru góðir tíggju minuttir millum gull- og silvur vinnaran.

Maria Svabo Hansen var einasta kvinnan, ið koyrdi allar dagarnar. Hon vann tí samanlagt. Stuttligt hevði verið um fleiri kvinnur luttóku, og fyrireikararnir vóna, at talið verður hægri næstu árini.

Færri kvinnur, men fleiri ungdómar. Ein ungur súkklari endaði samanlagt á fjórða plássi, og tað var Niklas H. Niclassen. Eitt sera flott úrslit hjá unga flogbóltsspælarinum, sum nú eisini roynir seg á súkkluni. Eisini var tað hugaligt hjá fyrireikarnunum at síggja Benjamin Thomassen og Hørður Joensen kappast um hvør av teimum gjørdist tann fyrri um málstrikuna, eftir ein rættiliga harðan túr norður gjøgnum Sundalagið. Øll koyrdu sama tein, men tá ein júst er byrjaður at súkkla, so følast 72 kilometrar í nógvum vindi, sum ein óendaligur langur teinur. 

Jákup Petur Eliassen vann samanlagt hjá monnum, og Maria Svabo Hansen hjá kvinnum. 

- Ofta minnast vit hvør vinnaran. Tað er tað sum telur, tað sum verður skrásett, men fari at siga, at øll sum luttóku vunnu. Onkur vann á sær sjálvum, tá hesin ætlaði at tilmelda seg kappingina og gjørdi tað, og síðan súkklaði fimm dagar á rað. Ella tveir av fimm. Tað ber nemmiliga eisini til. Onkur annar hevur stríðst við krabba, og kann nú súkkla um Eiðisskarð. Tað er sanniliga ein sigur, segði ein av fyriskiparunum eftir kappingina. 


Úrslit, 5. etapa:

LM Kring Føroyar 2022 - Dagur 5 | Race results | Webscorer 

Samlaða úrslitið, LM Kring Føroyar 2022:

LM Kring Føroyar 2022 | Series results | Webscorer

Myndir hjá Ólavur Fredriksen síggjast her:

(20+) Facebook