«2020»Í dag«Mai»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Jákup Petur vann ársins fyrstu kapping

Kappingarárið hjá Tórshavnar Súkklufelag byrjaði í dag. Eitt sindur seinkað. Vegna veður bleiv ikki súkklað farna vikuskiftið, og í gjár, tá kappast skuldi verða í Landavegsúkklukapping, bleiv eisini hendan kapping flutt vegna veður. 

Men í dag riggaði. Tað var næstan stilli í Kaldbaksbotni, har kappast varð. Kappast bleiv í Einkultstarti, og skuldu luttakarar koyra ein 24 kilometrar langan Einkultstart.

Hesin teinur er koyrdur fleiri ferðir áður, og tað góða við hesum teini er, at súkklarar møtast aftur og aftur, og ein sær um ein tekur seg inn á kappingarneytarnar - ella ikki. 

Tað var javnt millum nummar eitt og tvey, og tá avtornaði var tað bara 21 sekund millum Jákup Petur Eliasen og Dávur Magnussen. Meðalferðin hjá vinnarinum var umleið 38 km/t.

Næsta kapping í GIANT Várkappingini 2020 verður leygardagin 21. mars. GIANT Várkappingin er samansett av fimm Einkultstarts kappingum. Hetta var tann fyrsta. Tann seinasta verður koyrd 16. mai, tá súkklarar skulu koyra ein 60 km langan Einkultstart í Eysturoynni. 

Men leygardagin 21. mars verður koyrdur tann sokallaði "Einkultstarts Klassikarin". Hesin teinur er frá Plantusøluni við Hvítanesvegin, til Kaldbak, og síðan aftur til Havnar. Ein teinur á smáar 29 kilometrar.

Úrslit, E1 - Giant Várkappingin 2020, 24 km TT:

1. Jákup Petur Eliasen, 38 minuttir og 6 sekund

2. Dávur Magnussen, 38:27

3. Gunnar Dahl-Olsen, 41:05

4. Jan Hjaltalin Olsen, 42:00