«2022»Í dag«Sep»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Jákup Petur liggur nú á odda í GIANT TT kappingini

Komandi sunnudag verður kappast í 4. umfari av GIANT TT kappingini 2022. Kappast verður á Sandoynni, og har verður koyrdur ein 24 kilometur langur Einkultstartur. Startur og mál er við Meginskúlan á Sandi. Leiðin gongur gjøgnum Sand, og síðan til Skálavíkar, har vent verður. Leiðin gongur síðan aftur til Sands, og síðan á mál við Meginskúlan. 

Hesin teinur er royndur áður, men tá var bert loyvt at koyra við vanligari kappsúkklu. Uttan triboyla, og ikki á einari Einkultstartssúkklu. Tað verður loyvt sunnudagin.

Eftir trý umfør liggur Jákup Petur Eliasen á odda við fullum stigatali. Vinnarin fær 7 stig, og Jákup Petur hevur sostatt 21 stig. Nummar tvey fær 5 stig, nummar trý 4, og nummar fýra fær 3 stig. Øll sum gjøgnumføra fáa 1 stig. 

Tætt er millum tvey og trý. Á 2. plássi liggur Gunnar Dahl-Olsen við 10 stigum, og Hilmar Hansen hevur vunnið sær 9 stig. 

Tað eru tvey umfør eftir, og tað verður spennandi at fylgja við hvør vinnarin verður, og hvørs tað verður Hilmar, Gunnar, ella ein triði, ið endar á einum samlaðum øðrum plássi.

Hjá kvinnum liggur Anita Johannesen á odda. Hon hevur samanlagt 10 stig. Á einum deildum 2. plássi liggja Maria S. Hansen og Súsanna Skylv.

Fýra av fimm kappingum telja í samlaða úrslitinum, og regulin er, at tvær av teimum fimm kappingjnum kunnu koyrast á kappsúkklu. 

Í fjør, tá hesin teinur bleiv royndur á fyrsta sinni, var tað Dávur Magnussen, ið vann. Dávur brúkti tá 38 minuttir og 42 sekund um teir 24 kilometrarnar. Jákup Petur Eliasen bleiv næstur, og Jens Mortan Rasmussen nummar trý. Hjá kvinnum vann Rigmor Rasmussen.

Kappingin byrjar klokkan 15, tá fyrsti súkklarin fer avstað. 

Á leinkjuni niðanfyri sæst samlaða úrslitið.

GIANT-TT-kappingin-2022-samlaða-úrslitið-eftir-trý-umfø