«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Heini Sørensen vann ársins einastu og seinastu kapping

Tað var Heini Due Sørensen, ið vann súkklukappingina, sum var endin á venjingarárinum hjá børnunum. Kappast varð á økinum kring Hoyvíkstjørn. Tað bleiv súkklað best av trimum umførum. Vinnarin fekk eitt stig, nummar tvey, tvey stig o.s.fr.

Heini vann fyrstu kapping, Jónas Reinert Vesturklett næstu kapping, og Martin Bogason Jacobsen triðju kapping. Samanlagt fekk Heini seks stig, og gjørdist sostatt vinnari av kappingini.

Tveir gjørdist nummar tvey. John Djurhuus Thorsteinsson og Jónas Reinert Vesturklett fingu báðir átta stig. Ein avgerð skuldi finnast, og eftir eina lítla hvíld, ja so skuldu John og Jónas aftur á hjólhestin og koyra enn eitt umfar kring tjørnina. John vann, og gjørdist sostatt nummar tvey, og Jónas fekk bronsu.

Meðan Heini vann kappingina hjá dreingjum, so var tað Rósa í Stórustovu, ið vann kappingina hjá gentum.

Tvær gentur stillaðu upp. Tær skiftust um at vinna. Rósa vann fyrstu og triðju kapping, og Birita Skarpheðinnsdóttir Joensen næstu kapping.